Tað kundi verið tvær ferðir so nógv

Vit kunnu gera nógv meiri fyri at verja skógin, minka luftdálkingina og spara orku

Nøgdin av pappírið, og pappi, sum verður endurvunnið í Føroyum, kann verða tvær ferðir so stór, sum hon er nú. Tað meta tey á brennistøðini hjá IRF. IRF í Leirvík tekur ímóti pappíri og pappi úr øllum landinum, og síðani veðrur tað pakkað, og sent av landinum, har tað verður endurvunnið.

 

Í 2020 var útflutningurin av pappíri og pappi, sum varð sent til endurvinning, 2.464 tons. Hetta er 24 prosent meiri enn í 2019. Verður hugt at býtinum ímillum papp og pappír, sæst, at tað er serliga nøgdin av pappi, ið veksur. Tó verður tað mett, at papp- og pappírsinnsavningin kundi verið tvífaldað, tí sera nógv pappír og papp verður enn latið í gráa posan í staðin fyri hvíta posan.

 

Sí talvuna niðan fyri.

 

##med2##

 

 

 

Tá bilarnir hjá IRF eru eftir teimum gráu ruskposum, kunnu teir samstundis eisini taka teir hvítu posarnir til papp og pappír. Bilarnir eru nevniliga í tveimum, har teir gráu posarnir fara í eitt rúm fyri seg, og enda í ovninum á brennistøðini, men teir hvítu posarnir fara í eitt rúm fyri seg í bilunum og verða koyrdir til endurvinningarhøllina hjá IRF.

 

ÍRF sigur, at í tann hvíta posan ber til at koyra alt papp og pappír, bæði tíðindabløð, lýsingarbløð, brævbjálvar, pakkar, sum matvøra hevur verið í, umframt allar eskjur úr pappi. Ivast fólk í, um okkurt papp ella pappír kann endurvinnast, skulu tey kortini lata tað í tann hvíta posan, tí næstan alt papp og pappír kann endurvinnast, sigur IRF. Og tey leggja afturat, at tað bilar einki, um fólk hava trampað á tað, ella at tað er vátt, tað skal bara ikki vera ordiliga skitið av matleivdum og øðrum.

 

Pappír og papp kann endurvinnast 7-10 ferðir. Vikubløð kunnu verða til tíðindabløð, sum so seinni aftur kunnu verða til pappeskjur. Endurvunnið pappír og papp er líka sterkt sum pappír og pappvørur úr træi. Tá vit endurvinna pappír og papp, verja vit skógin, minka luftdálkingina og spara orku, sigur IRF.