Tað lekur illa í Fløtugerði

Verjan hjá EB/Streymi er væl tættari, enn hon er hjá fuglfirðingum

Tað er telvingin um sætta plássið, sum er á skrá, tá ið ÍF seinnapartin fær vitjan av EB/Streymi. ÍF hevur átta stig, og EB/Streymur hevur níggju stig.

 

Tá ið ÍF 6. mars var gestur í Hólmanum á Eiði, var tað rættiliga umskiftandi. ÍF var leingi á sigurskós, áðrenn EB/Streymur fram ímóti dystarenda javnaði til 1-1. Og so iðraðu heimamenninir í Hólmanum seg um, at teir í síðstu løtu misnýttu brotsspark.

 

ÍF hevur vunnið ímóti TB og 07 Vestur og tapt ímóti B68, meðan EB/Streymur hevur vunnið ímóti B68 og 07 Vestur og í Trongisvági endaði tað 1-1.

 

Tá ið næstbesta liðið hjá EB/Streymi í gjár vann 2-1 á heimavølli ímóti NSÍ, var Hans Pauli Samuelsen ikki við. Jákup Martin Joensen og hansara menn rokna dystin í Fuglafirði at vera ein av teimum, sum tað er møguleiki at vinna. Tí fara Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen at eiga leiklut á vøllinum ídag.

 

Ólavur Larsen og hansara menn í Fuglafirði skulu royna at reisa seg eftir tveir stórar lúsingar – 5-1 í Gøtu og 5-0 á heiimavølli ímóti B36. Meðan tað eru farin 31 mál ígjøgnum hjá ÍF, so eru tað farin 17 mál ígjøgnum hjá EB/Streymi.

 

Í dag er sentrali miðvallarin Bogi Reinert-Petersen tøkur aftur eftir leikbannað, og málverjin Jákup Nolsøe Olsen er skaddur í fótinum. Filip Djordjevic og Uros Stojanov eru ætlaðir at vera í fremstu røð. Filip var ikki á listanum ímóti B36, og Uros kom ikki á vøllin eftir steðgin.

 

Hjá EB/Streymi eru allir tøkir uttan langtíðarskaddi Tóki H. Johannesen og Magnus Jarnskor.