Tað loysir seg altíð at klaga

Hóast hon ikki fekk viðhald, var tað ikki til fánýtis

Tað er ongantíð til fánýtis at klaga.

 

Tað sigur Marin Katrina Frýdal, býráðslimur í Havn.

 

Hóast hon ikki fekk viðhald frá kommunala eftirlitinum í ein klagu um Heðin
Mortensen, borgarstjóra, heldur hon ikki at tað var burturspilt.

Hon sigur tvørturímóti, at klagur av hesum slagi eru eitt hent amboð.

 

- Tað hjálpir okkum at staðfesta nøkur viðurskifti, sum ivi kann vera um og
sostatt eru klagur sum hesar altíð við til at styrkja okkara fyrisiting og
okkara fólkaræði, sigur hon.

Hon leggur afturat, at heldur hon tað vera neyðugt, fer hon avgjørt at klaga
aftur fyri at fáa lýst nøkur viðurskifti, ivi kann vera um.

 

- Tað er avgjørt mennandi fyri rættartrygdina og fyri fyrisitingina at onkur
kærur av og á fyri at fáa greiði á ivamálum, sigur býráðslimurin í Havn.  

Les eisini: Hjálpti einki at klaga borgarstjóran