Tað ræður um at gera sítt besta

Hondbóltur: Og so fæst at síggja hvussu úrslitið verður, sigur Turið Arge Samuelsen, sum er ein av lyklaspælarunum á føroyska landsliðnum, sum seinnapartin fer at spæla ímóti donsku heimsstjørnunum

mynd: hsf.fo

Klokkan 16.15 verður fyrsta bríksl í høllini á Hálsi í Havn.

 

Talan verður um fyrsta landsdystin í kvinnuhondbólti millum Føroyar og Danmark í Føroyum nakrantíð.

 

Dyrnar verða lætnar upp klokkan 15, og tað verður roknað við nógvum áskoðarum. Ferðaløg eru á veg úr Klaksvík, úr Vágum og aðra staðni frá í landinum.

 

-Hetta er størsti dystur nakrantíð hjá føroyska kvinnulandsliðnum, sigur Hallur Danielsen frá Hondbóltssambandi Føroya.

 

-Vit vóna, at vit fara at megna tað í dystin, sum vit megna. Um vit megna tað, so verða vit nøgdar, og so fáa vit at síggja, hvussu úrslitið verður, sigur Turið Arge Samuelsen, sum er ein av lyklaspælarunum á føroyska liðnum.

 

Danska kvinnulandsliðið er á væl hægri støði, enn føroyska liðið verður roknað at vera. Hóskvøldið vann Danmark 27 – 22 ímóti Eysturríki, og danski venjarin Jesper Jensen var ikki nøgdur við, at sigurin var ikki størri enn so.

 

-Tað er møguleiki fyri, at málmunurin verður avgerandi, tá ið støðan verður gjørd upp, segði venjarin við TV2, og harvið hevur venjarin undirstrikað, at Danmark í dag ímóti Føroyum ætlar at vinna stóran sigur ímóti Føroyum.

 

Hóskvøldið spældu Føroyar á útivølli ímóti Rumenia. Eftir 15-14 í fyrra hálvleiki vann Rumenia 26-19.

 

FM1 sigur frá dystunum, sum eisini verður vístur í Krinvarpi Føroya.

 

 

 

mynd: hsf.fo