Tom Hagen er norskur miljarderur, sum serliga er vorðin ríkur av at selja orku, og hin 31. oktober í 2018 hvarv kona hansara á loyndarfullan hátt úr heiminum í Lørenskog, meðan Tom Hagen var til arbeiðis.
Tá maðurin kom til hús tíðliga seinnapartin henda feigdardag, var konan horvin. Í heiminum lá eitt bræv, har sagt varð, at konan var rænd.
Í brævinum var eisini eitt krav um loysigjald á einar 90 miljónir norskar krónur, sum løgreglan mælti miljarderinum til ikki at gjalda, fyrr enn hann í minsta lagi hevði fingið prógv frá ránarunum, at kona hansara var á lívi.
Sum tíðin leið, og einki lívstekin kom, hóast Tom Hagen á sumri árið eftir flutti hugsandi ránarunum einar 10 miljónir norskar krónur, fekk løgreglan illgruna um, at kanska var alt ein samansvørjing.
Tað er rættiliga vist, at Tom Hagen var til arbeiðis, tá konan hvarv, men hvør hevði so syrgt fyri hesum og hví? Kundi tað verið, at miljarderurin sjálvur hevði bílagt onkran til at beina konu sína av vegnum?
Og hví skuldi hann havt gjørt tað?
Tey áttu jú bæði børn og ommu-og abbabørn saman, og teimum vantaði einki. Kvøldið fyri, at konan hvarv, høvdu tey bæði verið til sjónleik saman við einum vinapari, og alt vísti seg at vera í lagi.
Sum tíðin leið, og illgrunin hjá løgregluni móti Tom Hagen sjálvum vaks, endaði tað við, at miljarderurin varð handtikin á opnari gøtu í Lørenskog og skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp.
Men, nakrar dagar seinni gjørdi hægsti rættur í Noregi av at leyslata mannin aftur, tí rætturin metti ikki, at nóg gott grundarlag var fyri varðhaldsfongsling.
Løgreglan hevði eingi prógv og verjin hjá honum, Svein Holden, sigur enn í dag, at her eru eingi prógv, sum kunnu fella mannin.
Alla hesa tíð síðan hevur Tom Hagen verið leysur, og tað er hann framvegis, men samstundis hevur hann heilt síðan handtøkuna fyri umleið tveimum árum síðan ligið undir skuldsetingini - dráp ella viðvirkan til dráp.
Tá Tom Hagen var komin á arbeiðsplássið hjá sær feigdarmorgunin, var kona hansara framvegis á lívi heima við hús, tí tá snakkaði hon eina lítla løtu við sonin. Hetta er prógvað hjá televeitarum.
Norska løgreglan hevur brúkt eina kolosala orku og pengar í kanningararbeiðnum av hesum máli, og í 327 dagar - frá 6. juni í 2019 til hin 28. apríl í 2020 - varð Tom Hagen avlurtaður uttan at vita nakað.
Norska blaðið Verdens Gang hevur sagt, at miljarderurin í hesum tíðarskeiði bæði var undirlagdur vakmyndaupptøkur, gps-sporing av bilinum, rúmlurting, telefonlurting og loynda rannsakan heima við hús.
Sambært blaðnum setti løgreglan upp krógvað lurtitól og vakmyndatól, bæði heima í Lørenskog og á arbeiðsplássinum hjá honum.
Í samrøðu við norska kringvarpið - NRK - sigur Tom Hagen í kvøld, at tað er óunniligt at hoyra, at alt hetta hóvasták hevur verið gjørt, og at hann bæði hevur verið avlurtaður, hevur verið undir vakmyndaupptøkum, og at krógvaður gps'ari hevur verið í bili hansara.
Hann sigur seg einki hava hoyrt um, at alt hetta hóvastákið hevur styrkt illgrunan hjá løgregluni um, at hann hevur framt nakað brotsverk. Alla tíðina hevur Tom Hagen sagt, at hann ongan leiklut eigur í, at kona hansara er horvin.
Tom Hagen heldur, at alt hetta, sum løgreglan hevur gjørt burtur úr yvir eina so lang tíð, undirbyggir tað, hann alla tíðina sjálvur hevur sagt - at hann er ósekur og ongan leiklut eigur í málinum um horvnu konu sína.
##med2##