Vit kunnu uttan iva øll semjast um tað skilagóða í at tryggja øllum okkara ungdómi møguleikar at nema sær útbúgving. Tó eru vit ikki øll á einum máli um, hvussu hetta skal gerast.
Mín greiða støða er, at øll skulu hava sama rætt til útbúgving. So kann onkur spyrja: Hava øll ikki sama rættin í dag? Men svarið er púra greitt: Tað hava vit ikki. Hetta bæði orsakað av geografiskum og sosialum viðurskiftum.
Fyrsta stigið at tryggja øllum ungdóminum javnbjóðis rætt til útbúgving er, at lestrarstuðulin verður hækkaður. Javnaðarflokkurin hevur á landsstevnu í heyst samtykt, at lestrarstuðulin skal hækkast, og í valupplegginum hjá flokkinum nú til løgtingsvalið ger flokkurin eisini greitt, at stuðulsskipanin skal taka við tá farið verður undir miðnámsútbúgving.
Við hesum staðfestir flokkurin, at hann ikki tekur undir við uppskotinum, sum nú liggur á landsstýrisborði - at lesandi ikki fáa stuðul fyrr enn tey fylla 18 ár. Sambært ætlan Javnaðarfloksins skal stuðulsupphæddin hjá teim lesandi framvegis ikki verða ávirkað av inntøku foreldra.
Av tí at stórur partur av okkara lesandi ungdómi verður noyddur at ferðast nógv fyri at koma til útbúgvingarstovnarnar hevur hetta stórar ferðaútreiðslur við sær. Tað líkist ongum at stuðulin í fleiri førum verður etin upp í ferðagjaldi. Fyrr bar tað til at hava skipanir, har tey lesandi sluppu munandi bíligari við almennu flutningsleiðunum. Men sparingarnar hava eisini rakt her.
Vit sum í 1988 vóru lesandi fegnaðust stórliga, tá LFÚ kundi vera við til at gera eina føroyska stuðulsskipan, sum bøtti munandi um korini hjá teimum lesandi í Føroyum. Eyðsýndastu batarnir vóru, at stuðulin ikki longur var ávirkaður av inntøku foreldra, at aldursmarkið at fáa fullan stuðul varð lækkað úr 21 til 18 ár, og at tú kundi forvinna frítt oman á stuðulin, uttan at hetta ávirkaði veitingina.
Í dag - 10 ár seinni - kunnu vit staðfesta, at politikararnir hava skarvað av stuðlinum, so hann í dag er væl lægri, enn hann var í 1988. At gamla danska skipanin við Statens Uddannelsesstøtte hevði givið føroyska lesandi ungdóminum munandi meira, átti at sagt okkara kosnu monnum og kvinnum, at her er okkurt rívandi galið - ábyrgdarloysi og vantandi virðing fyri okkara lesandi ungdómi!
At teir so í dag í álvara tosa um at taka stuðulin frá teimum, sum eru undir 18 ár er bert prógv um, at hetta eru fólk, ið ikki eru sína uppgávu vaksin. Sjálvandi skulu øll, sum fara undir eina miðnámsútbúgving fáa stuðul, um tey eru 16, 17 ella 18 ár.
Næsta stigið at bøta um viðurskifti teirra lesandi er at gera skipanir fyri fólk, sum hava stovnað familju, sett egið búgv, ella sum av øðrum orsøkum í dag ikki hava javnbjóðis møguleika til útbúgving - eins og av álvara eigur at verða farið undir kollegiibygging.
Vit skulu ikki bara siga tað so pent, at øll skulu hava javnbjóðis rætt til útbúgving - vit skulu eisini gera nakað við tað!
Eirikur Lindenskov
valevni Javnaðarfloksins