Tað skal vera eitt sindur av spenningi í lívinum

Egil Olsen saknar, at tey ungu í størri mun tora at skapa nakað sjálvi, men sita heldur í favn og bíða

- Eg skilji væl at nógv ungfólk velja tað trygga. Men tað skal eisini vera eitt sindur av spenningi í lívinum.

Tað sigur Egil Olsen, vinnulívsmaður, og nevndarlimur í uppsjóvarvirkinum, Varðanum Pelagic, á Tvøroyri, og ein av monnunum í Delta Seafood samtakinum.

 

Hann sat við pallborðið á Seglloftinum á Tvøroyri leygardagin, har framtíðin hjá Tvøroyri var til viðgerar.

Hann fýlist á, at tá ið nógv ungfólk hava fingið sína útbúgving, seta tey seg aftur á at bíða til tað almenna bjóðar teimum eitt starv.

- Tað kundi eg eisini gjørt. Eg fekk fleiri tilboð, men eg vildi heldur skapa nakað sjálvur.

 

Og tað er hendan sama framdriftin, hann saknar í nógvum av teimum ungu.

- Skulu vit tosa um at fáa fólk aftur hendavegin at búgva, mugu vit eisini spyrja okkum sjálvi, hvørjum útbúgvingum, føroyska samfelagið hevur brúk fyri.

- Tað er avmarkað, hvussu nógvum sjónleikarum og løgfrøðingum, vit hava brúk fyri, heldur hann fyri.

- Tað ber væl til at útbúgva seg til arbeiðsloysi, og tí er tað ógvuliga viðkomandi at seta spurningin um, hvørjum útbúgvingum, samfelagið hevur brúk fyri, legði hann afturat.

 

Men hann ásannar, at tað er ein torførur spurningur at seta, tí hann skilir væl, at fólk velja tað trygga.

Men hann heldur, at lívið skal eisini vera eitt sindur spennandi og hann saknar, at fólk við góðum útbúgingum eisini tora at skapa nakað sjálvi, heldur enn at seta seg hendur í favn og bíða eftir at onkur ber teimum eitt starv upp í hendurnar.

 

Hann saknar eisini, at føroyingar fáa sær útbúgvingar, sum hava við matvøruframleiðslu at gera.

- Tað eru ómetaliga stórir møguleikar fyri matvørumenning, serliga í fiskivinnuni, sigur Egil Olsen.

í Sosialinum, sum kemur úr seinnapartin í dag, er nógv meiri at lesa um, hvat skal til fyri at menna ein bý sum Tvøroyri til at verða ein vinnu- og vitanarhøvuðstaður.