Tað skulu vera færri børn í hvørjum skúlaklassa

Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum skal nú svara upp á, um hetta er nakað, hann fer at gera nakað við

Hevði talið á børnum hvørjum skúlaklassa verið lækkað, hevði tað uttan iva verið ein fyrimunur. Tað heldur Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi. Og nú spyr hon Jenis av Rana, landsstýrismann í skúlamálum, um hann er samdur við tí – om um hetta er nakað, hann ætlar at gera nakað við.

 

Sirið Stenberg sigur at fólkaskúlin er ein av grundsúlunum undir samfelagnum og ein góður skúli er fortreytin fyri framtíðini hjá okkara børnum, og sostatt hjá øllum samfelagnum.

Gongdin hesei seinastu árini hevur havt við sær, at nakrir av smáu skúlunum eru niðurlagdir og í teimum nýggju skúlunum verða klassarnir alsamt størri.

 

– Tíbetur er barnatalið hækkað hesi seinastu árini, sigur Sirið Stenberg. Men hinvegin vísir hon á, at fíggjarliga er fólkaskúlin illa sperdur og ein trupulleiki er, at tað er ringt at fáa nokk av tímum til serundirvísing. Tað eru eisini børn, sum ikki vilja fara í skúla og fleir børn trívast ikki í skúlanum og tað er ikki gott fyri menningina.

 

– Tí er spurningurin, um ein loysn hevði verið, at færri børn vóru í hvørjum klassa, so at tað var betri tíð til tað einstaka barnið, heldur Sirið Stenberg. Hon sigur, at uttan iva hevði tað  tænt øllum pørtum, bæði børnunum, lærarunum og samfelagnum sum heild.

 

– Eitt lægri næmingatal í hvørjum klassa, kundi kanska eisini verið fyribyrgjandi og minka um tørvin á øðrum sertænastum, sigur hon.