Tað snýr seg eisini um at geva og hjálpa

Elisa Heinesen heldur jól í London

Elisa og tríburarnir á vitjan hjá abbanum í Havn, Zachariasi Heinesen, í summar. Tey halda øll jól í London (Mynd: Álvur Haraldsen)

Elisa Heinesen er úr Havn. Hon er sniðgevi og býr í London ssaman við familjuni.

 

 

 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

 

– Tað størsta fyri meg er at steðga á og taka eina pausu saman við familjuni. Vit gleða okkum til at hugna okkum saman og slappa av. Børnini hava frí, og okkara tempo verður skrúvað niður.

 

 

 

Hvat er serliga gott vð jólum?

 

– Tað allarbesta fyri meg er at síggja gleðina hjá børnunum. Tað eru mest tey, sum gera jólini til tað, sum tey eru. Eg royni at gera jólini so magisk sum gjørligt, eitt nú leggja vit keks, eina gularót og eitt glas av mjólk til jólamannin og reinsdjórini við eldstaðin. Morgunin eftir eru bert molar og eitt sindur av mjólk eftir. Tað er tað allarfyrsta, sum børnini kekka um morgunin. Tað er fantastiskt at síggja andlitini hjá børnunum og liva seg inn í, hvussu teir uppliva tað heila. Fyri meg eru løturnar um døgurðaborðið tað besta – og kanska onkur jólafilmur við børnunum. Jólini eru eisini tann tíðin, tá ið eg eri úti í havanum. Eg skeri nógv av havanum niður, og tað fær meg at gleða meg til eitt nytt ár – tað súmboliserar líkasum eina nýggja byrjan.

 

 

 

Hvat kundi verið øðrvísi við jólum?

 

– Eg haldi, at mann kundi broytt uppá oyðsl av peningi og mati. Okkara traditión er, at maðurin fer út við deingjunum at hjálpa á einum »homeless charity« – tað er eitt vælgerandi stað – hvønn jóladag. Tað er týdningarmikið at undirstrika, at tað snýr seg um at geva og hjálpa eins og at eiga, hava og fáa. Tað snýr seg nógv meira um at geva sína tíð til tað eins og at geva mat ella klæði.

 

 

 

Hvør er munurin millum at halda jól í Onglandi og í Føroyum?

 

– Tann størsti munurin er, at vit ikki halda jólini tann 24. desember, men tann 25. desember, sum mann ger her í Onglandi. Tað merkir, at jólini byrja áðrenn sólarris, tí fyrst á skránni eru gávurnar. Tað eru sjálvandi børnini, sum eru fyrst uppi, tí spenningurin er í hásæti. Síðan er ein góður morgunmatur og seinni døgurði. Helst er man í pyjamas so leingi sum gjørligt. Covid-19 hevur gjørt jólini meira friðarlig hjá okkum, tí áðrenn covid-19 hava vit havt upp í 40 vitjandi í gjøgnum dagin. Maðurin hevur stóra familju, og vinkonan við familju halda eisini jól hjá okkum. Seinastu árini hevur pápi hildið jól í London, so vit plaga eisini at gera ein friðarligan døgurða vid lambasteik uppá føroyskan manér, tað er sjálvandi nakað, sum eg persónliga gleði meg til. Eg vil ynskja øllum eini gleðilig jól!

 

 

 

Elisa og tríburarnir á vitjan hjá abbanum í Havn, Zachariasi Heinesen, í summar. Tey halda øll jól í London (Mynd: Álvur Haraldsen)