Í heyst hevur løgreglan havt fleiri átøk við skúlar kring landið, har kannað hevur verið, um børn sita rætt íbundin.
Hugt hevur eisini verið eftir, hvussu ferðslan er skipað, har børnini fara úr bilinum, og hvussu tryggleikin hjá børnum annars er í økinum.
- Vit eru her í fyrsta lagi fyri at tryggja, at børnini ikki eru í nøkrum vanda í bilinum, og tá tey fara úr bilinum og inn á skúlans øki.
Løgreglan plagar at siga, at tey ikki eru í økinum fyri at geva bøtur, men fyri at minna á, at tryggleikin hjá børnunum skal vera í lagi.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at fleiri slík málrættað átøk hava verið í heyst, og soleiðis vóru eisini átøk við fleiri skúlar í gjár.
- Vit vóru soleiðis við Litlaskúla í Havn, skúlan í Kollafirði , skúlan á Velbastað og við skúlan í Klaksvík.
Løgreglan sigur, at her var einki at viðmerkja - uttan í tí eina førinum, har ein skúlanæmingur sat íbundin við skúlataskuni á bakinum.
- Soleiðis eigur tað ikki at vera, tí hetta er ikki serliga trygt, sigur vaktleiðarin.
Lagt verður aftrat, at tá slík átøk eru, fæst eisini gevandi prát við bæði foreldur og børn um ferðslutryggleikan kring skúlarnar.