Tað sum telur er, at oljufelagið heldur at havnin á Sundi er góð

­ Oljufeløgini vita, hvussu umstøðurnar eru á Sundi. Vit hava spælt við opnum kortum. Og táið tey eru nøgd hevur tað minni at siga, hvat tú og eg halda, sigur Torfinn Smith, sum er formaður í havnanevndini hjá Tórshavnar Býráð

­ Oljufeløgini vita akkurát, hvussu umstøðurnar inni á Sundi eru.

­ Og tað, sum hevur týdning, er, at tey halda, at Sund kann brúkast til oljuhavn.

Torfinn Smith, formaður í havnanevndini hjá Tórshavnar Býráð er ósamdur við bátsformannin á Smyrli, sum í greinini omanfyri heldur, at Sund er fullkomiliga óegnað til oljuhavn á.

­ Tað hevur ongan sum helst týdning, hvat eg tú halda um havnina á Sundi. ­ Tað einasta, sum hevur týdning, er, at oljufeløgini halda at Sund er væl egnað til oljuhavn, sigur hann.

Og formaðurin í havnanevndini vísir á, at oljufeløgini hava ikki tikið avgerðina í blindum.

Hann viðgongur, at tað er suður í sjónum inni á Sundi viðhvørt. Men hann er ikki við uppá, at brim er tann stóri trupulleikin.

Tað er heldur einki dulsmál, at tað var nógv kjak um Sund, táið havnin varð løgd har í áttatiárunum, tí mong hildu, at staðið var so illa valt.

­ Tá ið eg var komin í havnanevndina, var tískil eitt tað fyrsta eg gjørdi at seta eina kanning í verk at vita, hvussu stórur trupulleikin í veruleikanum var.

­Landsverkfrøðingurin gjørdi aldumátingar o.a. í samsvari við hydraulisk Institutt í Danmark.

Úrslitið byggir á hagtøl sum vísa, at eitt ár við tí og teirri ættini so og so nógvar dagar, og so og so nógvum vindi, kunnu skip liggja á Sundi so og so nógvar dagar.

Torfinn Smith heldur, at tað er vónleyst at skera ígjøgnum og siga, hvussu nógvar dagar um árið havnin á Sundi kann brúkast um árið, tí árini eru so ymisk.

­ Tað, sum úrslitið kann brúkast til, er at vísa á, at bøtast kann munandi um umstøðurnar við brimgarði o.ø

­Men tað kostar nógvar pengar og ongar ætlanir eru frammi um tað nú.

Torfinn Smith sigur, at Býráðið hevur spælt við opnum kortum og oljufeløgini hava havt allar upplýsingar, eisini aldumátingarnar at styðja seg til, táið avgerðin varð tikin um at leggja oljuhavnina á Sundi.

­ Og tað er altíð brúkarin, sum skal vera nøgdur. Er hann tað, hevur tað ongan týdning, hvat vit halda.

Torfinn Smith sigur, at orsøkin til, at Sund ikki er brúkt er, at eingin eftirspurningur hevur verið eftir ídnaðarøki í mong ár í krepputíðini

­ Tí er tað lukkan fyri okkum, at vit nú loksins fáa nyttu burturúr eini 50 millióna íløgu, sum annars hevur ligið steindeyð í so nógv ár.