Um vikuskiftið verður varmakelda í Fuglafirði. Stevnan verður í døgunum 3.-5. juli, og hæddarpunktið á varmakeldu verður FM-kappróðurin, sum byrjar leygardagin klokkan 15.
Annaðhvørt ár er FM-róður í Fuglafirði og annaðhvørt ár á eystanstevnu í Runavík.
Tað undar og argar í Fuglafirði, at Róðrarsamband Føroya í nøkur ár hevur rópt varmakeldu fyri eystanstevnu, tá kappróðurin telur við í Fuglafirði.
Borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Sonni á Horni, vísir á, at varmakelda telist millum gomlu bygdastevnurnar í Føroyum, og tí hava fuglfirðingar ilt við at skilja, hví Róðrarsamband Føroya heldur fram at rópa varmakeldu fyri eystanstevnu.
- Eystanstevna í ár lá annars sama vikuskifti, sum fjarðastevna var á Strondum, og tí gjørdi tey í Runavík av ikki at halda eystanstevnu í ár.
Sonni á Horni vísir á, at annaðhvørt ár, tá kappróðurin telur við á varmakeldu, verður meira gjørt burtur úr, enn tá kappróðurin ikki telur við.
- Vit tosa her í Fuglafirði um ta stóru varmakelduna og ta minnu varmakelduna. Hví Róðrarsamband Føroya rópar okkara gomlu stevnu eystanstevnu skilja vit slett ikki, tí eystanstevna er, sum øllum kunnugt, ikki í Fuglafirði, sigur hann.
In.fo kann leggja aftrat, at tá Róðrarsamband Føroya so seint sum í gjár sendi út tíðindaskriv um startrøðina á varmakeldu, varð skrivað um kappróður á eystanstevnu - og ikki á varmakeldu.