Tað var ein fragd at hava Gunnar á liðnum

– Gunnar Zachariassen var bæði sosialur og ábyrgdarfullur, og undir venjing og í dystunum vísti hann, at gávurnar komu til sín rætt, og hann blomstraði sum fótbóltsspælari, sigur venjarin hjá U21 landsliðinum, Bill Jacobsen

– Gunnar Zachariassen var bæði sosialur og ábyrgdarfullur, og undir venjing og í dystunum vísti hann, at gávurnar komu til sín rætt, og hann blomstraði sum fótbóltsspælari, sigur venjarin hjá U21 landsliðinum, Bill Jacobsen

 

Saman við Heðini Askham er Bill Jacobsen venjari hjá U21 landsliðnum. Gunnar Zachariassen hevur trý tey seinastu árini verið partur av hópinum, og hann er skrásettur at hava spælt ellivu dystir.

 

– Heðin Askham ringdi tíðliga gjáramorgunin við sorgarboðunum um, at Gunnar Zachariassen var deyður í arbeiðsvanlukku. Hetta kennist sum stórur skelkur og so óveruligt. Tað eru bara góðar tvær vikur síðani, at vit í fleiri dagar vóru saman í sambandi við fyrireikingarnar til landsdystin á Svangaskarði ímóti Montenegro, sum vit 9. september vunnu 1­0. Vit vóru allir samdir um, at Gunnar Zachariassen var ein av berandi kreftunum á liðnum, sigur Bill Jacobsen.

 

Hvussu minnist tú Gunnar Zachariassen?

 

– Tað hevur altíð verið eyðsýnt, at gávurnar at spæla fótbólt vóru framúr. Tí var tað, at hann fekk høvi at royna seg í Brøndby og síðani spældi við danska 1. deildarliðnum AB. Sum so nógvir aðrir unglingar, so hevði Gunnar persónligar avbjóðingar, sum eitt skifti høvdu við sær, at tað var torført hjá honum at laga seg til liðið. Nú er nakað síðani, at tað heilt týðuliga sást, at Gunnar var vorðin vaksin, sigur Bill Jacobsen.

 

– Tað var ein fragd at hava hann í hópinum, har hann bæði sosialur og ábyrgdarfullur, og undir venjing og í dystunum vísti hann, at gávurnar komu til sín rætt, og hann blomstraði sum fótbóltsspælari. Hann droymdi um at verða úttikin til landsliðið, og sum tað nú gekk hjá honum, so dugdi eg ikki annað enn at ímynda mær, at landsliðsvenjarin skjótt hevði sent boð eftir honum, sigur Bill Jacobsen, annar av venjarunum á U21­landsliðnum, ið – á sama hátt sum venjarin hjá EB/Streymi, Rúni Nolsøe – hugsar um tey næstu, sum hava mist so ómetaliga nógv.