Tað var ein sorgardagur

Hetta var ein dáragerð, men tað nyttar ikki at gráta um tað nú

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer nú at leggja viðurskiftini hjá føroyskum og donskum pensjónistum, undir sjóneykuna.

 

Tað sigur hann, nú samgongan hevur samtykt at skerja grundupphæddina hjá føroyskum pensjónistum. Og hann sigur, at hetta er eitt arbeiðið, hann av álvara fer undir eftir nýggjár.

 

Hann staðfestir, at tað, sum hendir nú við føroysku pensjónunum, er av ein avleiðing av, at fullveldissamgongan skerdi donsku ríkisveitingina 336 milliónir krónur um árið í 2002.

 

- Tað var ein sorgardagur, og tað er henda dáragerð, føroyskir pensjónistar nú rinda bróðurpartin av.

 

Hann sigur, at hendan skerjingin hevur nú kostað føroyingum einar fimm millardir.

 

Tær kundu allar verðið settar í Samhaldsfasta Eftirlønargrunnin, so at útgjaldið úr honum kundi verið munandi hægri nú.

 

Hann sigur eisini, at tað er eitt groft álop á sosiala sáttmálan í danska ríkinum um, at allir partar í ríkisfelagsskapinum skulu vera líka væl fyri.

 

- Aðalreglan er, at teir ymsu partarnir í ríkinum, skulu vera javntsettir, eisini pensjónistar.

 

Tí hevur hann nú sett sær fyri at kanna út í æsir, hvat ein danskur pensjónistur hevur eftir at liva fyri, tá ið alt er tikið við, allar veitingar, og allir skattir og øll gjøld. Og so fer hann at samanbera tað við upphøddina, ein føroyskur pensjónistur hevur eftir at liva fyri.

 

Hann sigur, at í hesum sambandi skulu vit eisini hava í hugað, at kostnaðarstigið í Føroyum er eini 30 prosent hægri í Føroyum enn tað er í Danmark.

 

Løgtingsmaðurin fyri Sambandsflokkin staðfestir, at nú samgongan samtykti at hækka avgjaldi á diesel og á bensini, vísti hon á, at avgjaldið er nógv hægri aðrastaðni, enn tað er í Føroyum, og tí tola vit, at tað verður hækkað í Føroyum.

 

- Vit kunnu eisini venda tí við og siga, at vísir tað seg, at penjónirnar í Danmark eru nógv hægri, enn tær eru í Føroyum, mugu pensjónirnar í Føroyum, upp.