Tað var meistaraavrik í Klaksvík

HB varð spulað av vøllinum í Klaksvík, har heimaliðið ikki hevði marginalirnar við sær og kortini vann sannførandi sigur

HB verður ikki FM vinnari í 2022. Í dag var sigursvanda havnarfelagið av álvara eyðmýkt í Klaksvík. Úrslitið var 2-0 heimasigur, men tølini eru misvísandi, tá ið tað snýr seg um býti av spæli, sannførandi liðavriki og ikki minst málmøguleikar.

 

HB vann sær ongan upplagdan málmøguleika, og HB vann einki hornaspark. Tað plagar at vera HB, sum megnar sannførandi og samanhangandi fótbóltsspæl. Soleiðis var tað ikki í dag. HB avrikið var lítið sannførandi, og sum seinni hálvleikur leið sá tað út til, at gestirnir ikki roknaðu við møguleikanum.

 

Heilt øðrvísi var avrikið hjá KÍ. 2-0 sigurin var tann níggjuni á rað. KÍ er topplið við 27 stigum, og tað eru 12 stig aftur til HB, sum nú er á fjórða plássi.

 

Talan var um sera sannførandi KÍ avrik. Fótbóltsspælið var væl betri, enn tað var fyri viku síðani, tá ið tað endaði við 1-0 heimasigri ímóti Víkingi. Árni Frederiksberg var ein av teimum eyðsýndu í dag. Í fyrra hálvleiki rakti hann tvær ferðir í stólpan aftanfyri Bjarta Vitals Mørk, sum vardi HB málið í dag, og lítla løtu eftir steðgin skoraði KÍ málini.

 

Árni Frederiksberg setti hol á við frísparki, sum tók í manngarðin og snýtti HB málverjan, og Deni Pavlovic, ið treist so væl á miðvøllinum, sum hann plagar at gera í stórdystum økti til 2-0 við drønskoti eitt sindur úr vinstru og inn við nærra stólpa, eftir at hann hevði sneitt seg leysan.

 

-Vit spældu sera væl. Tað ráddi um at fáa tað at ganga fyri seg eftir okkara treytum. Teir fingu ikki frið at spæla fótbólt, sum vit vita, at teir duga væl, og so spældu vit okkum til nógvar málmøguleikar. 2-0 er fínt úrslit, serliga tá ið vit hugsa um mátan, sum vit megnaðu tað uppá, staðfestir Árni Frederiksberg hjá KÍ.

 

Landsliðsvenjarin var millum áskoðararnar. Ein av teimum, sum hann ivaleyst eygleiddi serliga væl, var Páll A. Klettskarð. Toppskjúttin hevði tveir heilt stórar møguleikar, men í dag hevði hann ikki marginalirnar við sær, tá ið hann við høvdinum sendi bóltin omanfyri málið.

 

-Teir runnu meiri enn vit, og vit megnaðu ikki at spæla okkum úr trýstinum. Teir vunnu nærdystirnar, og teir vunnu næstu bóltarnar. Vit royndu uppskriftina hjá Víkingi í Klaksvík, men vit megnaðu ongantíð at fáa fatur á KÍ í dag. Tað var málleyst í steðginum, og undir hvíldini roknaðu vit framvegis við møguleikanum, men hann hvarv, tá ið teir beinanvegin skoraðu tvey mál, steðfestir HB liðformaðurin Hørður H. Askham.

 

 

 

KÍ – HB 2-0 (0-0)

 

1-0: Árni Frederiksberg

 

2-0: Deni Pavlovic

 

Dómari: Kári J. á Høvdanum

 

KÍ: Mathias Brinch Rosenørn – Mads Bo Mikkelsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, René Shaki Joensen – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð

 

Gult kort:

 

Venjari: Mikkjal K. Thomassen

 

HB: Bjarti Vitalis Mørk – Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum, Hørður H. Askham, Ári Mohr Jónsson – Daniel Johansen, Heðin Hansen, Stefan Radosavljevic, Jákup L. Thomsen – Adrian Justinussen, Pætur J. Petersen

 

Gult kort:

 

Venjari: Kim Engstrøm