Tað var meistarasnitt og opnahjallur í Sarpugerði

Fyri fjórðu ferð á rað fór Víkingur í dag av vøllinum, uttan at mál varð latið ígjøgnum

Í góðveðrinum í Sarpugerði í dag settu Víkingur og AB hol á 12. umfar í landskappingini.

 

Víkingur spældi sum eitt komandi meistaralið, meðan tað í dag einki var, sum kann skora undir, at AB skal varðveita plássið í bestu deildini.

 

Víkingur vann 7-0, og hetta var fjórða ferðin á rað, at víkingarnir fóru av vøllinum uttan at mál varð skorað ímóti teimum. Heimaliðið vísti hugflog og spæligleði í Sarpugerði. Mótstøðan var einki at reypa av, men harfyri kann ikki takast frá víkingunum, at tað var meistarasnitt yvir avrikinum.

 

Í løtuni ber tað ikki til hjá víkingum at vinna FM. Tað skal hjálp til frá øðrum, sum skulu taka stig frá toppliðnum KÍ. Í løtuni er torført at síggja, hvør skal taka stig frá Víkingi.

 

Fyrstu stóru tíggju minuttirnar bendi AB avrikið ikki á, at talan fór at verða um ársins størsta tap í bestu deildini yvirhøvur. Men tá ið Arnbjørn Svensson setti hol á eftir innlegg úr vinstru frá Bárði J. Hansen, sum av álvara vísti landsliðsstøði, skrædnaði tað fullkomuliga í AB verjupartinum. At tvey mál í fyrra hálvleiki vórðu skorað eftir innkast undirstrikar, hvussu illa verjuspælið varð skipað.

 

Andreas Lava Olsen gjørdi reint hattrikk í fyrra hálvleiki, Sølvi Vatnhamar skoraði tvey mál og styrkti um sína støðu sum toppskjútti í deildini, og Jákup Johansen, sum leingi hevur verið skaddur og varð innskiftur í seinna hálvleiki, skoraði eitt mál, tá ið hann við handara stólpa stútaði, eftir at innskifti Ari Olsen hevði lagt innfyri úr høgru.

 

Í seinna hálvleiki skifti Víkingur fimm spælarar. At koblingin varð trýst inn var orsøk til, at tað bara vórðu skorað tvey mál í seinna hálvleiki.

 

Nú eru hesi bæði liðini farin í landsliðssteðg. Hjá AB snýr tað seg um at reisa seg eftir eyðmýking í góðveðrinum í Sarpugerði. Hjá Víkingi snýr tað seg um at varðveita fokus og so vóna, at onkur fer at taka stig frá klaksvíkingum. Um tað eyndast so hava avrikini nógvu tær seinastu ferðirnar víst, at Víkingur er klárur at taka toppin.

 

 

 

Víkingur – AB 7-0 (5-0)

 

1-0: Arnbjørn Svensson

 

2-0: Sølvi Vatnhamar

 

3-0: Andreas Lava Olsen

 

4-0: Andreas Lava Olsen

 

5-0: Andreas Lava Olsen

 

6-0: Jákup Johansen

 

7-0: Sølvi Vatnhamar br

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Arnbjørn Svensson, Géza Dávid Turi, Noah Mneney, Olaf Bárðarson – Sølvi Vatnhamar, Andreas Lava Olsen

 

AB: Rasmur Jepsen-Jacob – Jákup Pauli Breckmann, Onni Tiihonen, Erik MCCue, Tróndur J. á Høvdanum – Marius Kryger Lindh, Michael Alexander Smith, Kari Dreier Leth, Ragnar Skála, Robbie Azodo – Agustin Marsico   

 

-

 

11101033131
Víkingur12912391028
B3611614241019
HB11542231619
EB/Streymur11524152017
AB12417203413
NSÍ11407173012
07 Vestur1123611289
Skála1105611225
B68111288305