Tølini siga sína søgu. Kári J. á Høvdanum hevur bríkslað fy,ri síðstu ferð á Svangaskarði, har máltalvan vísir 0-5. KÍ skoraði trý mál í fyrra hálvleiki, og KÍ skoraði tvey mál í seinna hálvleiki.
Fyri tað mesta snúði tað seg um tað, sum í íshokey verður nevnt powerplay. Tað vil siga, at klaksvíkingar fyri tað mesta vóru í álopsstøðu, og toftamenn fyri tað mesta vóru í verjustøðu.
KÍ var í sterkastu útgávu burtursæð frá at Deni Pavlovic ikki var millum teir fyrstu ellivu, og teir báðir nýggju útlendsku spælararnir vóru á beinkinum.
KÍ var í 4-3-3 útgávu, og Páll A. Klettskarð styrkti um sína støðu á máltindinum, tá ið hann skoraði tvey mál og skoraði til 3-0 tíggju minuttir undan steðginum og til 4-0 eitt korter eftir steðgin.
Jóannes Bjartalíð skoraði eisini tvey mál. Hann setti hol á miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið hann umsetti brotsspark til mál, eftir at Mads Bo Mikkelsen varð feldur.
Árni Frederiksberg økti til 2-0 eftir langa sending frá Heina Vatnsdal. Árni tamdi bóltin hegnisliga og setti úr heilt leysari støðu bóltin í málið.
Mads Bo Mikkelsen legði innfyri úr høgru, tá ið Páll A. Klettskarð úr 14 metrum smekkaði bóltin í málið.
4-0 málið skoraði Páll A. Klettskarð eftir horna úr høgru frá Árna Frederiksberg, og Jóannes Bjartalíð staðfesti rimmar 5-0 sigurin, tá ið hann mitt fyri og púra leysur setti bóltin í málið eftir innlegg frá væl upplagda Patrick Da Silva.
Toftamenn mundu skjótt ásannað, at hetta var ikki dagurin, tá ið teir skuldu vinna stigini, sum eru neyðug fyri at sleppa burtur frá niðurflytingarplássunum. Sunnudagin eigur B68 útidyst við Margáir ímóti EB/Streymi.
Leygarkvøldið verður toppdystur í Klaksvík, tá ið Víkingur verður gestur hjá KÍ, sum eftir sjey umfør hevur fulla úrtøku.
B68 – KÍ 0-5 (0-3)
0-1: Jóannes Bjartalíð br 22.
0-2: Árni Frederiksberg 29.
0-3: Páll A. Klettskarð 34.
0-4: Páll A. Klettskarð 60.
0-5: Jóannes Bjartalíð 75.
Dómari: Kári J. á Høvdanum
B68: Ragnar Lindholm – Gilli Samuelsen, Aleksandur Jensen, Aidan Liu, Bárður Ó. Jensen – Tonni J. Thomsen, Áki Johannesen – Andri Benjaminsen, Lukasz Cieslewicz, Boubacar Dabo – Steffan A. Løkin
Gult kort:
Venjari: Øssur Hansen
KÍ: Mathias Brinch Rosenørn – Jesper Brinck, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Mads Bo Mikkelsen, Jákup B. Andreasen, Jóannes Bjartalíð – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, René S. Joensen
Gult kort:
Venjari: Mikkjal K. Thomassen