- Tað var øðrvísi at vinna FM hesuferð.
Tað sigur Andrew av Fløtum, sum nú hevur vunnið FM fyri sættu ferð.
Hann var føroyameistari fyrstu ferð í 1998, men følir, at hann hevði ikki so stóran leiklut í tí meistraheitinum.
Men jú eldri, hann er blivin tess hægri eru FM heitini í metum, tí nú dugur hann betri at virðismeta alt tað stóra arbeiðið, sum liggur aftanfyri
Andrew á Fløtum hevur ikki tikið støðu til um hann heldur fram eitt ár afturat, men tann avgerðin verður tikin heilt skjótt.
Trýst annars á pílin undir myndina og hoyr, Andrew av Fløtum greiða Hera Simonsen frá muninum á gomlum døgum og nútíðini og um, støðuna í dag, endin á yrkisleiðini er farin at nærkast.