Í dag varð kunngjørt hvørji sjey persónar bjóða seg fram at stjórna altjóða fótbóltssamgonguni FIFA.
Forsetaval er á skránni, aftaná at núverandi forsetin, Sepp Blatter, hevur avgjørt at leggja frá sær, í kjalarvørrinum av fleiri ákærum um fíggjarligt svik og mutur móti leiðandi persónum í felagsskapinum. Millum teirra eru Sepp Blatter sjálvur og UEFA-
forsetin, Michel Platini.
Michel Platini er millum teirra, ið ynskir at taka yvir eftir Blatter. Men í eini samrøðu við russiska miðilin Tass í dag, loysir Blatter frá posabandinum og legst serliga eftir Platini.
Í samrøðuni sigur Blatter, at ætlanin var, at Russland skuldi fáa HM í 2018, og so skuldi USA fáa tað í 2022. Tann ætlanin broyttist, tá Platini lat seg ávirka av franska forsetanum, Nicolas Sarkozy.
- Alt gekk eftir ætlan, inntil Sarkozy fór á fund við krúnprinsin í Katar, sum nú stýrir Katar. Aftaná møtti hann Platini til ein bita, har hann greiddi frá, at tað hevði verið best, um Katar fekk HM. Tað broytti alt.
Nógv rok hevur verið um Blatter og FIFA síðstu árini, har ákærur um svik mangan hava verið frammi. Blatter sjálvur metir, at tað er Platini, ið er upprunin til mótstøðuna.
- Eg gjørdist høvuðsmálið fyri álopið, tí UEFA avgjørdi longu fyri trimum árum síðani, og serliga aftaná HM í 2014, at tey ikki ynsktu meg sum forseta.
- At byrja við, var tað eitt persónligt álop. Tað var Platini móti mær. Helst var tað tí, at hann sjálvur ynskti at vera FIFA-forseti. Hann hevði bara ikki dirvi sjálvur at stilla upp.