Tað var sambasnitt yvir tí á festivalinum

Hóast KÍ spældi við nógvum eykamonnum, so eydnaðist tað at vinna trivaligan sigur ímóti B68, sum enn einaferð legði rygg til stórtap

Tað er festivalur í Klaksvík, og hóast veðurforsøgnin fyri seinni á kvøldinum sigur frá regni og vindi, so vóru líkindini fín til fótbólt, tá ið KÍ hevði vitjan av B68.

 

KÍ venjarin Magnus Powell hevði skift fimm spælarar út av teimum, sum í Europa sigrinum týskvøldið vóru millum teir fyrstu ellivu.

 

Kortini var tað einki at rafla um ímóti B68, sum var í nýggjum svørtum og hvítum útivallarbúnum.

 

Tá ið 25 minuttir vóru farnir, vísti máltalvan 4-0, og so var spurningurin bara, hvussu stóran sigur talan fór at vera um.

 

Tað var eingin møði at hóma millum KÍ spælararnar eftir fagnaðarferðina á Tórsvølli týskvøldið. Teir vóru skjótari í tanka og handling, og tað var støðugt trýst á mótstøðumonnunum, sum fyri tað mesta runnu aftaná og undan steðginum mest sum ikki løgdu trýst á Mark F. Jensen, sum í kvøld vardi KÍ málið, og sum í seinna hálvleiki hevði framúr góða bjarging, tá ið Emanuel Kulego varð spældur púra leysur og hevði nógv besta B68 málmøguleikan.

 

Jóannes K. Danielsen, Hallur Hansson og Patrik Johannesen vóru bara á vøllinum í fyrra hálvleiki, og Árni Frederiksberg varð skiftur út, tá ið tað restaðu sjey minuttir.

 

Árni Frederiksberg varð undan dystarbyrjan heiðraður sum besti spælari í juni og juli, og hann kvitteraði við at skora tvey tey fyrstu málini. Tað fyrra við klassiska hornasparkinum og tað seinna eftir innlegg frá Jóannes K. Danielsen.

 

Daniel Johansen átti innleggið, tá ið Filip Brattbakk økti um munin til 3-0, og Gaston Nicolas Tellechea økti um munin til 4-0 eftir upplegg frá Halli Hansson. Felags fyri Daniel og Filip og er, at teir í kvøld fingu møguleikan millum teir fyrstu ellivu, eftir at teir oftast hava verið skiftisspælarar, og felags fyri teir báðar var, at teir í kvøld tóku av.

 

Intensiteturin var ikki tann sami eftir steðgin, sum hann hevði verið fyrsta hálva tíman, og sum tíðin leið, vóru heimamenninir ikki so grammir at søkja í álop. Kortini skoraðu teir trý mál í seinna hálvleiki.

 

Martin Rodrigo Gonzalez var millum teir fyrstu ellivu í kvøld, og hann átti framleggingina úr vinstru, tá ið Páll A. Klettskarð stútaði til 5-0. Daniel Johansen átti uppleggið, tá ið innskifti Mads Bo Mikkelsen økti um munin til 6-0, og Innskifti Claes Philip Kronberg, sum var høgri vongverji, átti innleggið, tá ið vongverjin í vinstru Daniel Johansen stútaði til 7-0.

 

Nú hava klaksvíkingar fokus á ferðini í næstu viku til Ungarn, har avgerandi dysturin í UEFA Conference League verður hóskvøldið.

 

Hetta var lítið hugaligt kvøld hjá B68 í Klaksvík. Vónin um, at tað kanska fór at eydnast sum fyri tveimum árum síðani at vinna eitt stig, tá ið Europa er í KÍ leikinum. Tann vónin hvarv beinanvegin. Hugburðurin var ikki góður í 3-1 heimatapinum ímóti NSÍ síðsta sunnudag, og heldur ikki í dag høvdu toftamenn funnið tað aftur, sum teir viðhvørt vístu undan summarsteðginum.

 

 

 

KÍ - B68 7-0 (4-0)

 

1-0: Árni Frederiksberg

 

2-0: Árni Frederiksberg

 

3-0: Filip Brattbakk

 

4-0: Gaston Nicolas Tellechea

 

5-0: Páll A. Klettskarð

 

6-0: Mads Bo Mikkelsen

 

7-0: Daniel Johansen

 

Dómari: Jákup Øssursson Mohr

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Gilli Rólantsson Sørensen, Gaston Tellechea, Daniel Johansen – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Martin Gonzalez, Filip Brattbakk – Páll A. Klettskarð, Patrik Johannesen

 

B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ó. Jensen, Jákup N. Vilhelmsen, Fríði á Borg – Patrick Mensah, Tóki á Lógv – Emanuel Kulego, Sebastian Lau Nielsen, Karsten Clementsen – Jonathan Wembonyama