Tað var sum jólaaftan á Svangaskarði

B68 gav størstu gávuna, og so lyfti 07 Vestur seg fram á Europa pláss

Punktum er sett fyri síðsta dysti í fimta umfari. B68 hevði í kvøld vitjan av 07 Vestur, og vágamenn eru í góðum hýri, nú teir rigga til at fara vestur aftur.

 

07 Vestur vann 2-1, og sigurin ber við sær, at 07 Vestur hevur 10 stig, og at vágaliðið nú er á fjórða plássi. So góða byrjan hava vágamenn ongantíð megnað áður.

 

Vónbrotið í toftaleguni er stórt. B68 hevði í stórum pørtum av tíðini betri tak á fótbóltsspælinum, og B68 spældi seg til málmøguleikar uttan at tað eydnaðist at vinna úrtøku úr møguleikunum.

 

Felags eyðkenni fyri øll trý málini var, at talan var um risastórar gávur.

 

Tá ið sera eyðsýndi Sebastian Lau Nielsen eftir 20 minuttir legði B68 á odda, var tað eftir vánalig útspæl frá 07 Vestur málverjanum, sum ikki var staddur millum stólparnar. Sebastian Lau Nielsen takkaði fyri, og við skoti úr 25 metrum legði hann bóltin í tóma málið.

 

Ein minutt seinni var tað luturin hjá heimaliðnum at geva gávu. Bólturin varð sendur fram ímóti B68 brotsteiginum. Miðverjin Aron Reinert Hansen kiksaði, tá ið hann royndi at temja bóltin, og so var Emil Pedersen leysur. B68 málverjin var alt ov uttarlaga staddur, og tí var tað løtt søk hjá 07 Vestur álopsspælaranum at sneiða seg framvið málverjanum og trilla bóltin í tóma málið.

 

Eitt lítið korter eftir steðgin góvu toftamenn størstu gávuna, sum vísti seg at hava virði av trimum stigum og plássi, sum við kappingarlok ber pláss í Europa við sær. Talan tóktist vera um heilt vandaleysa roynd, tá ið Filip Brattbakk eftir sending frá Emil Pedersen og úr høgru sendi bóltin ímóti B68 málinum. Ferðin á bóltinum var lítil, men tá ið Tórður Thomsen í B68 málinum royndi at lofta bóltin, so fór hann millum hendurnar og vann akkurát inn um málstrikuna.

 

So var 2-1 til 07 Vestur. B68 royndi at leggja trýst á, og síðstu løtuna vóru tað fleiri vandamiklar støður í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum, men tað var ongantíð soleiðis, at tað av álvara var neyðugt hjá Sebastian John í 07 Vestur málinum at spíla seg út.

 

 

 

B68 – 07 Vestur 1-2 (1-1)

 

1-0: Sebastian Lau Nielsen 21.

 

1-1: Emil Pedersen 22.

 

1-2: Filip Brattbakk 58.

 

Dómari: Heini Ziskason Viðoy

 

B68: Tórður Thomsen – Aleksandur Ó. Jensen, Áki Johannesen, Aron Reinert Hansen, Bárður Ó. Jensen – Ragnar Samuelsen, Sebastian Lau Nielsen, Hanus Højgaard, Jóhann Hansson Joensen – Brian Jakobsen, Villam Emil Klein

 

07 Vestur: Sebastian John – Hans Erik Gunnarsson, Mads Christiansen, Eiler Fróðason – Kevin Egell-Johnsen, Janus Svabo Samuelsen, Frederik Holst, Filip Brattbakk, Jóannis á Steig – Benjamin S. Braithwaite, Emil Pedersen

 

Víkingur550016315
HB540110412
B36531111410
07 Vestur53119710
53021169
NSÍ53021079
EB/Streymur51138104
Skála51047113
B685014291
ÍF50051240

 

 

 

Fríggjadagin 19. apríl

 

HB – EB/Streymur: Rúni Olsen kl. 18.00

 

Leygardagur 20. apríl

 

KÍ – B68: Áki Leitisstein Hansen kl. 18.30

 

Sunnudagur 21. apríl

 

ÍF – NSÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 17.00

 

Víkingur – B36: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00

 

07 Vestur – Skála: Dagfinn Forná kl. 15.00