- Eg haldi ikki, at vit kunnu vera ónøgd.
Tað sigur Kinna Fritsdóttir Olsen, forkvinna í NSÍ um kappingina í ár.
Hon sigur, at tá ið landskappingin byrjaði í vár, høvdu tey í NSÍ ikki varhugan av at tey skulu vera við í dystinum um heiðursmerki.
Men hesa seinastu tíðina hava tey tevjað heiðursmerki, so tað er við blandaðum kenslum, at tey taptu fyri B36 og mistu heiðursmerki.
Trýst annars á pílin undir myndina og hoyr, hvussu Kinna Fritsóttir Olsen metir um støðuna í samrøðu við Hera Simonsen á Rás2.
Myndina av Kinnu Fritsdóttir Olsen, tók Birita Hansen.