info
Ongi úrslit

Tað verður 10. steypafinalan millum HB og B36 í søguni

HB hevur higartil vunnið seks av teimum níggju steypafinalunum, har B36 hevur verið mótstøðuliðið

Heri Simonsen
23. august 2024 kl. 19:50

Fyri fyrstu ferð í seks ár møtast HB og B36 í steypafinaluni hjá monnum.

Talan verður um tíggjundu steypafinaluna millum HB og B36 síðani føroyska steypakappingin byrjaði í 1955.

Í gomlum døgum møttust HB og B36 rættiliga ofta í steypafinaluni. Í 1959 vann HB 1-0 á B36 í steypafinaluni. Í 1963 møttust liðini aftur í steypafinaluni, og tá vann HB heili 7-1.

Í 1964 varð talan um tvær spennandi uppgerðir. Fyrru ferð, tá liðini leiktu á Sevmýru á Tvøroyri endaði steypafinalan við javnleiki 3-3. Nakrar dagar seinni var umdystur í Gundadali sum HB vann tepurt 4-3.

Í 1965 fekk B36 loksins hevnd fyri undanfarnu steypaósigrarnar, tá teir vunnu 3-2 á HB í steypafinaluni.

Liðini møttust aftur í steypafinalunum í 1968, og í 1969. Ì 1968 vann HB 2-1, og í 1969 vann HB 2-0 í steypafinaluni. 

Liðini møttust aftur í steypafinaluni í 1972, tá HB vann heili 6-1. Síðani gingu 19 ár, áðrenn liðini møttust aftur í steypafinaluni í 1991. Tá vann B36 1-0.

Í 2018 vann B36 7-6 á HB aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping. Tað stóð á jøvnum 2-2 aftaná 90 minuttir, og B36 megnaði við níggju móti 11 monnum at hóra undan í longdu leiktíðini. 

HB hevur vunnið steypakappingina 29 ferðir sum er føroyskt met, seinast var í fjør, tá HB vann á B68 í finaluni aftaná brotssparkskapping.

B36 hevur vunnið steypakappingina sjey ferðir, seinast í 2021, tá teir vunnu á NSÍ aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping.

Finalan millum HB og B36 verður leikt leygardagin 2. november. 

Steypafinalurnar millum HB og B36 higartil í føroysku fótbóltssøguni eru hesar: 

(Keldur: Wikipedia og FaroeSoccer)

1959 HB 1–0 B36 Gundadalur
1963 HB 7–1 B36 Gundadalur
1964 HB 3–3  B36 Sevmýri, Tvøroyri
Umdystur: 4–3  Gundadalur

 

1965 B36 3–2 HB Gundadalur
1968 HB 2–1 B36 Gundadalur
1969 HB 2–0 B36 Gundadalur
1972 HB 6–1 B36 Gundadalur
1991 B36 1–0 HB Gundadalur
2018 B36 2–2 (e.l.l.), (5–4 br.) HB Tórsvøllur

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

9 tímar síðan

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

15. september kl. 20:20

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Norrøna fer ikki eftir hetlendingum til Oyggjaleikirnar

4 minuttir síðan
Fótbóltur

NSÍ hevur favorittstøðuna móti B36 í Gundadali

15 minuttir síðan
Fótbóltur

U21 steypafinalan: Skála ÍF vendi 0-2 til 3-2 sigur

5 tímar síðan
Tíðindi

Helst vóru fleiri um brotsverkið

6 tímar síðan
Tíðindi

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

6 tímar síðan
Tíðindi

Arktiska tónleikakappingin kemur til Tórshavnar!

7 tímar síðan
Tíðindi

Listastovan bjóðar fjølbroytta heystskrá

7 tímar síðan
Tíðindi

Samgongan á rættari kós

7 tímar síðan
Tíðindi

Bergtøkan í ørandi myrka sjónum

8 tímar síðan
Tíðindi

Alzheimerfelagið fyllir 25 ár

8 tímar síðan
Hondbóltur

Skanderborg-Aarhus knógvaði fyrsta stigið í Champions League

9 tímar síðan
Tíðindi

Rótin gevur íblástur til grønari vanar

9 tímar síðan