Tað verður bara val í Eysturoyar sýslu

Per á Sýnini í Runavík stillar uppaftur hesa ferð, og Jonhard Danielsen úr Søldarfirði stillar eisini upp til sýsluformansvalið í Føroya Fiskimannafelag.

Tað er sýsluformansval í Føroya Fiskimannafelag í ár.

 

Tá freistin at stilla upp til valið var úti, varð greitt, at tað bara verður val í Eysturoyar sýslu.

 

Formenninir í hinum sýslunum halda allir fram.

 

Per á Sýnini (fyrr Toftegaard) í Runavík stillar uppaftur hesaferð, og Jonhard Danielsen úr Søldarfirði stillar eisini upp til sýsluformansvalið.   

 

- Í næstum verða atkvøðuseðlarnir sendir út, og freistin at atkvøða er hin 30. januar 2023. Talt verður upp hin 31. januar 2023.

 

Tað skrivar heimasíðan hjá Føroya Fiskimannafelag í dag.

 

Lagt verður aftrat, at nýggja setan hjá sýsluformonnunum byrjar hin 1. februar 2023.

 

Føroya Fiskimannafelag heldur ársliga landsfundin á Hotel Hafnia hin 28. desember.