Í fjør vakti Jákup Petur Eliassen ans, á ið hann gjørdi ein »everesting« á súkklu, har hann súkklaði ein tein, sum svarar til hæddina á Mount Everest. Tað merkti at hann súkklaði 45 ferðir frá Autoservice í Havn, niðan á Kleynisvarða og tað kláraði hann upp á góðar 15 tímar.
Nú skrivar hann á Facebook, at hann hevur sett sær eitt nýtt mál, sum eisini verður rættiliga krevjandi. Hann ætlar sær nevniliga at gera ein »everesting« afturat, men hesa ferð gongur leiðin niðan á Føroya hægsta fjall, Slættaratind. Tað merkir, at hann ætlar sær at renna og ganga niðan á Slættaratind heilar 19 ferðir. Og reglurnar eru teir framvegis, at tað skal gerast í einum, uttan at sova, men annars eingin tíðaravmarking.
Hann sigur á Facebook, at tá ið hann súkklaði, kundi hann hvíla beinini á veg oman aftur, men at tað er eisini strævið at renna oman av Slættaratindi, tí hann skal bremsa so nógv.
Jákup Petur Eliassen sigur, at hann verður ikki einsamallur, tí systkinabarnið, Ken Bærentsen fer at fylgjast við honum, umframt at familjan fer at hjálpa til við tí praktiska. Og á Facebook sigur hann, at hann vónar eisini at onnur eisini koma at koyra á hann, tá ið hann ikki orkar meir. Onkur fer at ganga onkran túrin niðan á Slættaratind og onnur koma at vísa at tey trúgva at hetta skal nokk ganga.
Hann sigur, at hann veit ikki akkurát nær hann fer undir hetta, tí tað veldst um veðrið, men fyribils er ætlanin, at tað verður leygardagin 21. august. Hann hugsar sær at byrja á middegi leygardag, og so vónar hann at vera komin á mál á miðdegi sunnudagin.
Ein og á tiltakinum í fjør, fer eisini hesaferð at bera til at stuðla eydnudeildini við at flyta teimum eina upphædd. Eydnudeildin er hondbóltsvenjing fyri børn, ið ikki fáa verið við í vanligari hondbóltsvenjing í feløgunum kring landið.
Í eydnudeildini snýr tað seg ikki bara um um dystir, stig og úrslit. Tað snýr seg líka nógv um ein jaligan felagsskap, har børn og ung, ið bera brek, eru í miðdeplinum. Spælararnir eru í aldrinum 5-16 ár og endamálið er at geva børnum og ungum við menningartarni møguleika at spæla hondbólt, har tey eisini kunnu mennast sum menniskju, og hava tað stuttligt.