Tað verður ikki enn á sinni, at vit fáa eina nýggja lóg um fosturtøku. Tað sigur Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður á økinum. Lógin um fosturtøku í Føroyum er rættiliga umstrídd, tí hon er frá 1956 og eftir henni er fosturtøka ikki loyvd, uttan í heilt serstøkum førum.
Vit eru ofta fyri atfinningum tí at vit ikki hava fría fosturtøku, men enn hevur politiski myndugleikin ikki torað at taka málið upp um at broyta lógina. Tey, sum vilja banna fosturtøku, stúra fyri, at verður lógin broytt, verður úrslitið, at vit fáa fría fosturtøku. Og tey, sum vilja hava fría fosturtøku, stúra fyri, at úrslitið verður, at vit fáa eina uppaftur strangari lóg enn vit hava í dag.
Men herfyri segði Sólvit E. Nolsø við danska kringvarpið, DR, at Føroyar skulu hava sína egnu, nýggju, nútímans fosturtøkulóg, tí at tann vit hava, er ikki tíðarhóskandi. Hann helt eisini, at ein nýggj lóg skal vera eftir, hvat meirilutin av føroyska fólkinum heldur.
Og nú hevur Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin reist spurningin á Løgtingi, har hon hevur spurt landsstýrismannin, hvussu hann sær fyri sær at ein nýggj, føroysk, og tíðarhóskandi, fosturtøkulóg skal vera.
Hon vísir á, at føroyska fosturtøkulógin er ein forboðslóg við undantøkum og hon er ein tann strangasta í Evropa. Sum lógin er nú, skulu tveir læknar geva játtandi svar, um ein kvinna skal fáa fosturtøku, ella ikki, sigur tingkvinnan.
Ingilín Didriksen vísir á, at landsstýrismaðurin sigur, at vit skulu hava eina fosturtøkulóg, sum er eftir viljanum hjá meirilutanum av Føroya fólki. Tí spyr hon landsstýrismannin um ætlanin er at hava fólkaatkvøðu um málið.
Sólvit E. Nolsø sigur, at lógin um fosturtøku er eitt øki, sum vit skulu skipa sjálvi, eftir okkara egnu fortreytum. Tað er hansara sannføring, at tá ið vit fáa eina føroyska fosturtøkulóg, skal grundreglan í verandi lóg um, at lív skal verjast, sjálvandi eisini vera grundreglan í eini nýggjari lóg.
– Eg haldi, fosturtøkulógin eigur at vera dagførd, sigur landsstýrismaðurin. Eitt nú hugsar hann um málburðin, sum ikki er tíðarhóskandi. Hann vísir á, at í lógini verður orðið «åndsvag« brúkt, og eisini verður epilepsi góðtikið sum ein grundgeving fyri at fáa fosturtøku.
Sólvit Nolsø sigur, at í sambandi við fosturtøku, hava vit eisini mannagongdir, sum ivi verður sáddur um. Eitt nú frættist, at tað veldst um, hvønn lækna ein kvinna fer til, sum vil hava fosturtøku. Hann heldur, at tað hevur týdning, at vit hava fastar mannagongdir.
– Vit skulu hava eina nýggja, føroyska fosturtøkulóg, har meginreglan er, at vit skulu verja lív og so skal restin av lógini lagast eftir tí, sigur landsstýrismaðurin.
Hann staðfestir kortini, at tað verður ikki enn á sinni, at vit fáa eina nýggja fosturtøkulóg, tí hann sigur, at hendan samgongan ætlar ikki at gera nakrar broytingar. Hann sigur, at málið um fosturtøku er ikki við í samgonguskjalinum, og tí verður einki gjørt við málið nú.
Tá ið hann sigur, at ein nýggj lóg skal avspegla viljan hjá meirilutanum av Føroya fólki, sigur hann, at hann vísir til eina kanning hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingið, sum vísir, at meirilutin av føroyingum vilja hava eina nýggja fosturtøkulóg - men at tað skal vera ein lóg, sum verjir barnið.