Tað verður ikki líka ringt seinni í ár - og heldur ikki næsta ár

Hóast alt eru nýggjastu metingarnar ikki so galnar fyri føroysku húsarhaldini

Hesa seinastu tíðina eru prísirnir á nógvum vørum farnir til himmals og samstundis hevur óvissan um búskaparligu útlitini hava neyvan verið størri enn tey eru í løtuni. Tað staðfesta tey í Vinnuhúsunum. Men beint nú, ímeðan ein avgerandi løta er í samráðingunum ímillum arbeiðsgevararnar og arbeiðarafeløgini um nýggjan sáttmála, kemur Vinnuhúsið við einum sissandi boðum: Vøksturin í brúkaraprísunum fer helst at minka seinni í ár, siga tey.

 

Arbeiðsgevarar og arbeiðarafeløg hava samráðast um ein nýggjan sáttmála í fleiri vikur. Sáttmálin gekk út 30 apríl, men síðani er hann longdur ein dag í senn. Og tað er hann aftur tú, so nú er hann galdandi til á midnátt í kvøld. Í samráðingunum hava arbeiðarafeløgini eisini kravt hægri í løn, og tað hevur serliga stóran áhuga nú allir prísir eru farnir so nógv upp.

 

Men nú boðar Vinnuhúsið frá, at hóast prísvøksturin í Danmark og í ES eru stórir í løtuni, metir danska fíggjarmála­ráðið í heilt feskari meting, at vøksturin fer at hæsa av, og at hann fer at javna seg seinni í hesum árinum – og eisini næsta ár. Hesar metingar eru grundaðar metingar, sum vísa, at fyri alt árið í ár fer prísvøksturin í Danmark at liggja um 5,2 prosent, og í næsta ár fer vøksturin at vera 1,8 prosent.

 

Vinnuhúsið leggur afturat, at vit skulu vera varin við at samanbera gongdina í Føroyum og í Danmark, men tað er ymiskt, sum beindir á, at prísirnir hækka ikki líka nógv í Føroyum sum teir gera í Danmark. Sambært Hagstovuni, vóru prísirnir í Føroyum í miðal 4,4 prosent hægri í fyrsta ársfjórðingi í árm enn teir vóru í sama ársfjórðingi í fjør, og tað er serliga prísurin fyri at hava ein bústað, sum trýsti prísirnir upp eftir, ikki minst prísurin á olju.

 

 Sambært Danmarks Statistik hækkaðu prísirnir í Danmark 6,7 prosent í apríl í ár, men tað var serliga prísurin á streymi, matvørum, brennievni og gassi, sum trýsti prísirnir upp.  

 

Ein orsøk til henda munin ímillum Føroyar og Danmark kunnu vera, at prísirnir á streymi og gassi hava stóra ávirkan á gerandisdagin í Danmark, og har eru prísirnir á gassi og el fleirfaldaðir seinastu mánaðirnar. Føroysk húsarhald brúka so at siga ikki gass, og elprísirnir frá SEV hava ikki verið órógvaðir av prísvøkstri seinastu tíðina, sigur Vinnuhúsið.