Tá serfrøðingar bólkurin kom við teirra tilmæli til Eysturoyartunnilin, var tilmælt at gera tunnilin yvir til Strendur, og síðan eina brúgv tvørtur um Skálafjørðin. Hetta er ikki tað tilmæli ið eg komi at stuðla. Eg haldi at hetta er alt annað enn nøktandi, og er eitt sera nógv litað arbeiði, tá hugsað verður at serfrøðingar bólkurin visti at politiska skipanin hevði valt eina linjuføring sum serfrøðingar bólkurin átti at hildið seg til í teirra kanningararbeiði.
Nú er tíðin komin til at seta tunnilin í gongd, og eigur hetta at verða gjørt beinanvegin. Vit vita øll at hendan verkætlan er ein lønandi íløga, og vil fíggja seg sjálva við teimum brúkarum, ið koma at brúka tunnilin.
Eg haldi, at man hevur brúkt nokk av tíð til at kanna og drála verkætlanina. Man eigur nú at seta verkætlanina ígongd við tí linjuføring, sum løgtingið hevur samtykt og atkvøtt fyri.
Sum tann einasta politiska semja sum kann fáast, eftir mínari meting. So eiga vit at stovna eitt alment partafelag, eftir tí leisti vit hava gjørt frammanundan, við Vágatunnilin og Norðoyartunnilin. Sum kunnu metast at vera tvær væl eydnaðar verkætlanir. Síðani kann felagið sjálvt gera tær kanningar sum eru eftir at gera.
Eg farið hervið at vísa á, at eg fari bert at góðkenna tað linjuføring sum Landsstýrismaðurin í Innlendismálum arbeiddi við. Tað verður ikki talan um eina brúgv við mínum stuðli, sum kemur at forkoma øllum framtíðar møguleikum á Skálafjørðinum. Nei vit eiga nú at standa saman um tann lagda leistin.