Hvørjar vónir hevur tú um, at Suðuroyggin fer at fáa fast samband við meginøkið?
- Eg havi sera góðar vónar um, at Suðuroyggin fær fæst samband við meginøkið. Um tveir mánaðir letur Sandoyartunnilin upp fyri ferðslu, sum jú er ein fyritreyt fyri føstum sambandi við meginøkið. Tá er eisini komið væl longri við tí greiningararbeiði, sum landsstýrið setti í gongd í vár, og sum fevnir um at lýsa allar tættir í samband við Suðuroyartunnilin.
Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Hann vísir á, at nakað eftir ársskiftið verður ætlandi komið á mál við greiningararbeiðnum viðvíkjandi Suðuroyartunlinum, soleiðis at landsstýrið og løgtingið tá hava eitt greitt og gott grundarlag til at taka støðu út frá.
- Tað er mín vón, at hendan so avgerandi verkætlan fyri bæði Suðuroynna og Føroyar fer at fáa fullan stuðul í løgtinginum.
Hvønn týdning fer ein undirsjóvartunnil at hava fyri Suðuroynna?
- Gongdin í Suðuroynni hevur í nógv ár verið skeiva vegin. Seinastu 15 árini er fólkatalið í Føroyum vaksið úr 48.468 fólkum upp í 54.530. Hetta er ein vøkstur á 12,5%. Sama tíðarskeið er fólkatalið í Suðuroynni minkað við 5% - úr 4.867 niður í 4.617 fólk.
Landsstýrismaðurin vísir á, at um gongdin í Suðuroynni hevði verið hin sama sum í Føroyum sum heild, so búðu tað um 5.500 fólk í Suðuroynni í dag.
- Høvuðsorsøkin til gongdina er manglandi atgongd til arbeiðsmøguleikarnar í meginøkinum - skilt soleiðis, at tað ber ikki til at búgva í Suðuroynni og arbeiða eitt nú í Havn. Tað er jú í høvuðsstaðarøkinum, at tey nógvu størvini til útbúgvin fólk eru, tí enda nógv fólk við at flyta úr útjaðaranum til meginøkið, soleiðis eisini í Suðuroynni.
Dennis Holm vísir á, at við føstum sambandi úr Suðuroynni til meginøkið ber tað til at velja at búseta seg í Suðuroynni og t.d. arbeiða í Havn, og tá fer Suðuroyggin at hava javnbjóðis møguleikar við restina av landinum.
Hvør verður framtíðin hjá Suðuroynni, um oyggin ikki fær fast samband við meginøkið?
- Gongdin seinastu nógvu árini hevur tíverri verið miðvíst skeiva vegin. Fyrst í 1950-árunum búðu um 6.250 fólk í Suðuroynni og um 31.800 fólk í Føroyum. Síðan er fólkatalið í Føroyum vaksið upp í 54.530, sum er ein vøkstur á fleiri enn 70%.
Dennis Holm sigur, at um gongdin í Suðuroynni var á sama støði sum í Føroyum sum heild, so búðu tað í dag fleiri enn 10.500 fólk í Suðuroynni – og ikki 4.617 fólk.
- Seinastu ártíggjuni eru Føroyar bundnar saman við undirsjóvartunlum, og um tveir mánaðir kunnu 91% av føroyafólki koyra úr túninum og í túnið hvør hjá øðrum. Greitt er, at fast samband eisini hevur ført við sær vøkstur, meðan økini, sum ikki hava fast samband, missa í mun til restina av landinum.
Og landsstýrismaðurin leggur aftrat:
- Hetta er eisini sjón fyri søgn í Suðuroynni. So, uttan samband er framtíðin hjá Suðuroynni tíverri ikki eins bjørt, og hon er við føstum sambandi.
Hevur tú eitt boð uppá, nær ein undirsjóvartunnil undir Suðuroyarfirði kann gerast veruleiki?
- Eg eri sera bjartskygdur av lyndi, og kenni eisini til tað kanningararbeiðið kring Suðuroyartunnilin, sum er í gongd. Tað kemur ikki óvart á meg, um verulig gongd kemur á arbeiðið við Suðuroyartunlinum innan tvey ár ella so, og at tað verður koyrandi undir Suðuroyarfirði um 10 ár, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.