Tað verður nógv dýrari at skilja tað sundur

Arbeiðið at gera tunnil til Fámjins verður boðið út fyri summerferiuna

Ætlanin er framvegis, at arbeiðið at gera tunnil til Fámjins, verður boðið út fyri summarferiuna. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum. Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, hvussu verður við Fámjinstunlinum.

 

Henrik Old minnir á, at Jørgen Niclasen hevur ført fram, at ætlanin er at bjóða arbeiðið út í tveimum, har vegirnir til og frá tunlinum, og tunnilin sjálvur, verða boðin út fyri seg. Endamáli við tí var at geva lokalum fyritøkum møguleikan sleppa framat at gera vegirnar. Tilsamans er talan um 1.400 metrar av vegi, sum skulu gerast til og frá tunlinum, men tað er nú greitt, at vegurin verður ikki boðin út fyri seg.

 

Jørgen Niclasen sigur, at trupulleikin er, at grótið úr tunlinum skal brúkast at gera vegirnar og sostatt kunnu vegirnir ikki gerast fyrrenn farið er undir arbeiðið at gera sjálvan tunnilin. Landsverk metir, at verður verkætlanin býtt í tvey, verður tað nógv dýrari. Kostnaðarmeting, sum er gjørd, og sum ljóðar upp á 169 milliónir, byggir á, at alt arbeiðið verður boðið út í einum.

 

Og hann sigur, at ætlanin er sostatt framvegis, at verkætlanin verður út fyri summarfrítíðina og at arbeiðið kann byrja seinni í ár. Sostatt verður koyrandi ígjøgnum tunnilin í 2023 ella í 2024.