Tað verður nógv "fjarðarok" í Skálafirði

Nú farið er um longsta dag, verður stórt tiltak hildið á bryggjuni í Skálafirði leygardagin.

 

 

Leygardagin 26. juni verður stórt tiltak í Skálafirði, sum tey hava valt at rópa Fjarðarok. Tiltakið verður hildið á bryggjuni í Skálafirði, og hetta er í samband við, at farið er um longsta dag.

 

Á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu verður sagt, at hetta er eitt summarsólstøðuhald, og tað er Bygdarfelag Skálfirðinga, ið stendur aftan fyri tiltakið.

 

- Eitt stórt tjald verður sett upp á bryggjuni, eins og hoppiborgir, kaffivognur og mangt annað verða á økinum.

 

Sagt verður, at talan er um eitt familju-og barnavinarligt tiltak.

 

- Økið á bryggjuni í Skálafirði er væl og virðiliga ruddað, so rúmd er fyri í minsta lagi hálvthundrað kampingvognum.

 

Av praktiskum orsøkum mugu fólk, sum ætla sær at hava kampingvognin við sær, boða frá við komu á tlf. 507070.

 

- Wc-skúrar og aðrir hentleikar eru klárir til endamálið, og longu fríggjadagin ber til at seta kampingvognar á økið, har eisini ókeypis ravmagn fæst til vognarnar.

 

Lagt verður aftrat, at bátahylurin í Skálafirði er sera væl egnaður fyri stuttleikabátar, og her er rúmd fyri fleiri bátum, enn tú gevur tær far um. Eisini her verða bæði bátaatløga og ravmagn ókeypis.

 

- Í stóra tjaldinum, sum verður sett upp til ymiskt undirhald, verður eisini matsøla, har góður fjarðabúffur við øllum tilhoyri fæst til keyps, eins og tostadrykkir av ymsum slagi kunnu keypast.

 

Á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu er skrá fyri tiltakið, og her sæst, at fleiri forkunnugar tónleikaframførslur verða, og eisini her verða bæði konsertir og dansur ókeypis.

 

Rúgvusmikla skráin fyri tiltakið byrjar klokkan 15, og seinni um kvøldið verður bæði bál, føroyskur dansur og enskur dansur, har Bergmenn og fleiri fara at spæla.

 

- Tað verður elsti borgari í Skálafirði, Petur Petersen, sum fer at kynda bál, og Jóhan Hansen og fleiri fara at leiða felagssangin, vita tey í Runavíkar kommunu at siga.

 

Á heimasíðuni - www.runavik.fo - sæst øll skráin fyri Fjarðarok í Skálafirði.