Franski forsetin, Emmanuel Macron, fer at upploysa franska tjóðartingið og sigur, at hann fer at skriva út nýval longu hin 20. juni.
- Eg kann ikki látast, sum einki er hent, sigur forsetin, eftir at víðgongdi høgraflokkurin í Fraklandi, National Savning, gjørdist størsti flokkur á franska ES-valinum i dag.
Emmanuel Macron sigur, at framgongdin hjá nationalistunum er ein vandi fyri Frakland og fyri Evropa, og tað er tíðindastovan, NTB, sum endurgevur forsetan.