Tað vilja 76% av føroyingum hava politikarar at gera

Ein stórur meiriluti av veljarunum hava eini greið boð til politikarar um útlátið av CO2

Hesi næstu árini skulu Føroyar lækka CO2-útlátið munandi. Tað vísir ein kanning, sum teir báðir felagsskapirnir, Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag og Veðurlagslóg NÚ, hava gjørt. Teir báðir felagsskapirnir staðfesta, at veljararnir hava eini púra greið boð til politikararnar og tað er at raðfesta umhvørvið og at minka um útlátið av CO2.

 

Teir siga, at umleið annarhvør veljari, sum fer á løgtingsval 8. desember, hugsar um umhvørvið, tá ið krossurin skal setast. Men samstundis siga 76 prosent av veljarunum, at tey halda, at Føroyar skulu lækka CO2-útlátið munandi hesi næstu árini.

 

– Hetta er tann greiði boðskapurin til politikararnar kanningini, siga Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag og Veðurlagslóg NÚ.

 

Endamálið hjá teimum báðum felagsskapunum at varðveita og verja náttúruna og umhvørvið. Tí fegnast tey um, at 76 prosent av teimum spurdu vilja, at vit skulu minka CO2-útlátið munandi, og at helvtin hugsar um umhvørvið, tá ið tey fara á val, siga felagsskapirnir.

 

Teir vóna, at kanningin kann gera, at veðurlagsbroytingar, og náttúruvernd, fáa størri rúmd í valstríðnum. Men tey siga, at hesi seinastu árini hava víst, at føgur orð als ikki eru nóg mikið. Tí mugu ítøkiligar ætlanir á borðið, soleiðis at Føroyar minka sítt útlát.

 

Hinvegin siga 10 prosent av veljarunum at tey eru ósamd í, at vit skulu minka útlátið og 14 prosent siga at tey vita ikki.

 

Annars søgdu 51prosent av veljarunum, at tey hugsa um umhvørvið sum heild, tá ið tey fara á val, men 29 prosent siga seg vera ósamd og 20 prosent vistu ikki.