Tað vóru bara 1-2 ferðafólk við hvørja ferð

– Tí er ikki grundarlag fyri at sigla meiri

Ferðasambandið ímillum Hest og Streymoynna, hevur fingið nógva umrøða. Serliga hava fólk í Hesti víst á, at sum støðan er, ber ikki til at búgva í Hesti og samstundis passa arbeiði, ella skúla, í Havn. Nú hevur Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, spurt Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum og í samferðslumálum, hvussu er við ferðasambandinum út í Hest.

 

Jørgen Niclasen sigur, at eitt skifti varð roynt at sigla úr Hesti tíðliga um morgunin men Strandferðslan kom til ta niðurstøðu, at tað var ikki grundarlag fyri tí. Tá ið Spógvin var í fastari sigling ímillum Hest og Gomlurætt, sigldi hann úr Hesti klokkan sjey á morgni, men í miðal vóru bara 0,2 ferðafólk við tann túrin. Sostatt vóru nógvir túrar hann eingin var við.

 

Tí var túrurin niðurlagdur og farið var til eina skipan, har Teistin sigldi úr Hesti klokkan 7.20. Tað var eftir tilkalling, men tá vóru 1-2 ferðafólk við. Strandferðslan sigur, at tískil var ikki grundarlag fyri morguntúrin í Hesti, og sostatt varð farið aftur til gomlu ferðaætlanina.

 

Jørgen Niclasen sigur, at eftir ætlandi skuldi ein hoyring verða um siglingina út í Hest. Tað vóru Útoyggjafelagið og hestfólk, sum tóku stig til hetta. Ætlanin var at hava pallborð nú um vikuskiftið, men Útoyggjafelagið vildi hava fundin útsettan.

 

Strandferðslan hevur víst á, at Erla Kongsdóttir kann sigla ímillum Gomlurætt og Hest, men tað krevur at Tórshavnar kommuna ger broytingar á ferjuleguni í Hesti, á sama hátt sum tað er gjørt í Nólsoy og á Bursatanga í Havn.

 

Eftir ferðaætlanini í ár siglir Teistin 18 ferðir um vikuna beinleiðis ímillum Gomlurætt og Hest og tað er sama túratal sum í 2016, 2017 og 2018 - men tilkalling er til allar túrar.  Sum er, kunnu fólk úr Hesti vera á Gomlurætt, klokkan 9.30 á morgni og tey kunnu fara út aftur í Hest klokkan 19.10. Fýra dagar um vikuna verður eisini siglt av Gomlurætt kl. 14.30.

 

Jørgen Niclasen sigur, at í løtuni verður ikki mett at tørvur er á fleiri túrum. Tað er Teistin, ið siglur ímillum Gomlurætt og Skopun, sum eisini røkir ferðasambandið út í Hest. Tá ið Sandoyartunnilin verður liðugur, fer eitt skip at sigla út í Hest burtur av og tá verður lættari at laga ferðaætlanina til, enn tað er nú, tá ið Teistin eisini siglur í Sandoynna.

 

Men tað verður ikki Teistin, sum fer at halda fram við siglingini, tí tað er hann ov stórur til. Jørgen Niclasen sigur, Strandferðslan hevur heitt á fólk í Hesti, um at koma við einum uppskoti um ferðasamband í framtíðini, tá ið Sandoyartunnilin er liðugur.

 

– Tígggju fólk úr Teistanevndina í Hesti, úr bygdafelagnum, Randarsól, í Hesti og fastbúgvandi í Hesti, hava sent Strandferðsluni eitt uppskot og tað verður tikið við, tá í framtíðar ferðaætlanin skal leggjast.

 

Les eisini: Ein máti er at lata havnarfólk rinda ein part av rokningini