­ Tað vóru ikki míni sjónarmið

­ Nú er staðfest at tingið ikki stendur aftanfyri Landsstýrið í bankamálinum, men eg eri limur í samgonguni og vil vera loyalur mótvegis henni, sigur Bjørn á Heygum, sum annars av andstøðuni verður skírdur at hava tosað við tveimum tungum

­ Tingbólkurin er upploystur, og vit kunnu bert staðfesta, at tingið ikki stendur aftan fyri Landsstýrið í bankamálinum sigur Bjørn á Heygum, sum hevur verið talsmaður fyri tingmannabólkin í bankamálinum.

Hóast tað hevur verið tosað um at bólkurin ikki hevði álit á løgmanni sum samráðingarleiðara, so hava vit bíðað sum longst, tí vit vónaðu at fyrningarfreistin fór at verða útsett einaferð aftrat. Tá tað ikki eydnaðist, varð bólkurin upploystur, sigur Bjørn á Heygum, og leggur aftrat, at hansara støða í málinum er greið:

­ Eg eri í samgonguni, og sum soleiðis eri eg loyalur mótvegis Landsstýrinum. Nú er tað upp til Landsstýrið, hvat víðari skal henda í málinum.


Tosa við tveimum tungum

­ Tað eru tey, sum halda, at tú hevur tosað við tveimum tungum í hesum máli, og at tú hevur sagt eitt við tingmannabókin og annað við Edmund Joensen?

­ Tað er ikki rætt. Eg havi bert staðfest, at semja var ikki í tingmannabólkinum um samráðingarleiðaran, og at bólkurin vildi bíða við at gera nakað, áðrenn vit vistu um Den Danske Bank gekk við til at leingja fyrningarfreistina.

Týsdagin høvdu vit í bólkinum fund á tingloftinum, har vit kundu staðfesta, at semja var ikki um at stuðla Landsstýrinum í at fara undir samráðingar.

­ Ónøgd var eisini um at Landsstýrið ikki hevði kunnað bólkin um skriv, sum vóru send stjórnini í málinum. Bólkurin kendi seg tí settan út av spælinum, sigur Bjørn á Heygum og vísir aftur, at hetta er at tosa við tveimumtungum.

­ Fyri nøkrum døgum síðan segði tú við Sosialin, at tað ikki var nakar trupulleiki at lata Edmund Joensen fara niður, tí hann ikki kundi gera nakað, sum undirtøka ikki var fyri í Føroyum?

­ Tað vóru serliga umboð fyri flokkarnar í andstøðu, sum høvdu hesi sjónarmið í bólkinum, meðan samgongulimirnir ikki hava úttalað seg um henda spurningin, sigur Bjørn á Heygum og endurtekur:.

­ Bjørn á Heygumhevur ikki úttalað seg persónliga, men bert fyri bólkin í hesum máli, sigur ein avgjørdur Bjørn á Heygum.