Føroyska taekwondofelagið, Hwarang Føroyar, hevur luttikið í Norðurlendskum Meistaraskapi (NM) í Íslandi í vikuskiftinum. Stevnan var hildin í Keflavík. Við í ferðalagnum vóru 4 kemparar og ein venjari. Hetta eru allir kemparar, ið hava gjørt tað gott í 2018.
Hwarang Føroyar:
Venjari Mathias Gabrielsen
Høgni Kunoy Dávason (Gull)
Dávid Á Lakjuni (Bronsa)
Signar Hansen
Markus Davidsson Vazquez (Bronsa)
Fyri Hwarang Føroyar vann Høgni gull í finalu dysti móti tí finska meistaranum. Áðrenn hevði Høgni kempað móti tí danska meistaranum. Kampurin móti dananum var sera tættur og fór út í golden score, og sum altíð við slíkum dystum kunnu teir fella út báðar vegir - hesuferð vóru marginalarnir við Høgna.
Dávid á Lakjuni vann kampin um 3. plássið greitt ímóti Íslandi og fekk tí bronsuna.
Markus Davidsson Vazquez vann eisini bronsu.
Taekwondo felagið í Søldafirði hevur góða viðgongd í hesum døgum. Sjálvt um felagið einans hevur fá ár á baki eru tríggir danmarksmeistarar í felagnum og ein norðurlendskur meistari.