Tær hava gjørt eitt megnar arbeiði fyri samkynd

Nú eru tær heiðraðar fyri teirra ótroyttiliga stríð fyri rættinum hjá samkyndum at vera foreldur

LGBT í Føroyum hevur aftur nú heiðra fólki, sum hava givið eitt týdningarmikið íkast til stríðið fyri at samkynd skulu fáa somu rættindi, sum øll onnur. Talan er um Róland-virðislønina, sum tey lata fyri at heiðra minnið um Róland Samuelsen, sála, sum var fremsti undangongumaður at slóða fyri at samkynd skuldu verða ein viðurkendur partur í samfelagnum.

 

Hesa ferð vóru tað hjúnini, Anniku S. Vang og Karin Jacobsen Vang, sum fingu virðislønina fyri tað megnar arbeiði, tær hava gjørt í stríðnum fyri rættindunum hjá samkyndum foreldrum og teirra børnum.

 

– Tær eiga størsta heiðurin av, at hetta mál er á politisku dagskránni og at løgtingið nú enn einaferð skal taka støðu til umstøður og rættindi hjá samkyndum foreldrum og børnum teirra, sigur LGBT.

 

LGBT sigur, at hesin heiður fer til tvær kvinnur, sum øll í Føroyum kenna. Tvær mammur, sum ótroyttiliga stríðast fyri viðurkenning og sínum rætti at vera foreldur at sínum egnu børnum.

 

– Tit eru foreldur í hjartanum, í gerandisdegnum – men ikki í lóggávuni. Tit eru andlitið og hjartað í stríðnum. Tit eru erligar og tora eisini at vísa, hvussu kensluborið hetta stríðið er fyri tykkum. Tit raka nakað í fólki, sum ger, at tað ikki ber til at taka frástøðu frá tykkum og tí, tit stríðast fyri.

 

– Hóast mótburð reisa tit tykkum altíð aftur. Tit nokta at góðtaka tann órætt, politiska skipanin fremur ímóti LGBT-foreldrum og børnum teirra. Tit stríðast tað góða stríðið, og tað vinnur altíð.

 

LGBT sigur, at tær hava longu vunnið stóra viðurkenning frá fólki.  Ein stórur partur av Føroya fólki stuðlar tykkum, og tað er bert ein spurningur um tíð, áðrenn eisini lóggávan fer at rúma tykkum og børnum tykkara, sigur LGBT.

 

Tær hava tvey børn sum eita Artan Eli og Ria Vón. LGBT sigur, at enn eru tey ov lítil at skilja, hvussu einastandandi djarvar mammur, tey bæði hava.

 

– Men tá ið tey verða eldri, verða tey nakað errin og takksom, sigur LGBT.