Tær lesa biotøkni í Týsklandi

Tvær lesandi úr Bremerhaven í Týsklandi arbeiða í hesum døgum á Fiskaaling.

Tvær lesandi úr Bremerhaven í Týsklandi arbeiða í hesum døgum á Fiskaaling.

 

Malin og Julia lesa biotøkni í Týsklandi og fara komandi 3-4 mánaðarnar at taka lut í granskingini, sum fer fram á stovninum.

 

- Í fyrstu atløgu arbeiða tær við ensymun frá nýranum í laksi, sum kunnu ávirka góðskuna á flakinum.

 

Tað vita tey á Fiskaaling at siga.

 

Lagt verður aftrat, at vegleiðarar eru Jonhard Eysturskarð, granskari á Fiskaaling og Stefan Wittke, professari á Fróðskaparsetrinum í Bremerhaven.