Nú kunnu øll, ið hava ein profil á MySpace.com, vera við í lutakastinum um atgongumerki til G! MINI. Alt tú skal gera er at tagga tínar bestu G! Myndir, so at tær enda í myndasavninum hjá G! MINI.
G! er kent fyri sín serliga dám, og er hendan kappingin ein hjálp til at fáa øll í G!-hýrin sum skjótast.
Myndirnar, tú taggar, kunnu vera av tínum vinum, av tínum tjaldi, av landslagnum, av ommu tínari í Gøtu, av pallinum, av fólkunum ella hvørjum sum helst, bara so leingi tað hevur við G! at gera.
Fyrireikararnir siga, at tað kann vera ein fyrimunur at hava ein góðan og hóskandi myndatekst, sum veruliga gevur myndini lív, men tað er eisini í fínasta ordan at lata myndina tala fyri seg sjálva.
Ein vinnaramynd verður vald um vikuna, fyrstu ferð týsdagin 1. juli, næstu ferð týsdag 8. juli og triðju ferð týsdag 15. juli.
Hvør vinnaramynd vinnur 2 atgongumerki til G! MINI.
Høvuðsdómari verður Kristfríð frá MOMO.
Nógvar myndir eru longu komnar í myndasavnið, og tú kanst tagga heilt fram til mánadagin 14. juli.
Jú fyrr tú kemur við, størri er møguleikin fyri, at tín mynd vinnur.
Myndirnar kunnu síggjast á
www. myspace.com/gfest