- Tak ikki broddin úr jólasiðunum

Royndirnar at leggja minni áherðslu á kristna boðskapin um jólini vegna tey øðrvísi hugsandi, er ikki rætt sambært Kristna-Muslimska Foruminum í Onglandi.

Forumið varð stovnað í januar mánaði í ár, m.a. eftir hugskoti frá erkabispinum í Canterbury, Rowan Williams.
Í eini frásøgn vísa bæði kristnir og muslimskir leiðarar á dømi um, at lokalir myndugleikar hava sett fram ynski um, at jólahaldini skulu fáa eitt annað, ikki-religiøst navn.
Eitt dømi um hetta er tann siðbundni jólafestivalurin í mongum enskum býum. Á einum staði avgjørdi býráðið at kalla festivalin fyri “Winterval”.
- Bæði sum muslimar og kristin kenna vit okkum saman og av heilum huga forpliktað, at halda fast við kristna innihaldið og bakgrundina fyri jólahøgtíðini. Á jólum hátíðarhalda vit Kristi føðing, og vit ynskja at halda fast við henda týdningarmikla partin av kristna arvinum, og sum er ein partur av lívinum í landinum.
- Eitthvørt ynski um at sekularisera religiøsar hátíðardagar meta vit sum eitt átak móti bæði kristnum og muslimum, verður sagt í útsøgnini.