Tak á kvinnum

í vikuni gjørdist hann 70 ára gamal, men Cliff Richard hevur framvegis gott tak á kvinnuligu fjepparunum, m.a. Margrethu drotning, sum ynskti sær hann sum føðingardagsundirhald fyrr í ár. Hann hevur havt sera stóra ávirkan á bretskan rock n’ roll tónleik, og er sagdur at vera ov vakur til sjónvarpið.

Rætta navnið er Harry Roger Webb, og hann varð føddur 14. oktober 1940 í bretska partinum av India.


Tá India gjørdist sjálvstøðugt í 1947, flutti familjan aftur til Bretlands. Nógvar leysasøgur siga, at Cliff Richard er hálvur indari. Sjálvur hevur hann tó hvørki sannað ella avsannað hendan slaturin.


Hósdagin gjørdist sir Cliff Richard 70 ár, men hann er framvegis virkin tónleikari.


Saman við bólkinum The Shadows merkti hann bretska tónleikin í 50’unum og 60’unum.


Sagt verður, at hann slættaði vegin fyri The Beatles, tí saman við The Shadows setti hann Rock n’ Roll á breddan. Tað var orsøkin til, at plátufelagið Parlaphone fór at leita eftir einum nýggjum Cliff Richard og The Shadows. Teir funnu the Beatles.



Í 1964 traðkaði Cliff Richard fram sum nýfrelstur trúgvandi, og við hesum skifti hann stíl og segði rock n’ roll lívsstílinum farvæl.


Í 70’unum var hann við í nógvum sjón­varps­send­ingum og var tá betri kendur fyri sjónvarp enn tónleik.


25. oktober 1995 varð Cliff Richard fyrsti tónleikarin, sum varð sligin til riddara. Eftir hann komu Paul McCartney og Elton John.


Seinastu seks áratíggjuni hevur Cliff Richard havt hópatals stakfløgur á hittlistunum, og hann hevur selt fleiri stakfløgur enn bæði the Beatles og Elvis.


10: Hann hevur altíð rúnarbundið kvinnuligu áhoyrarnar, og hennara hátign Margreta drotning yngdist eisini upp, tá Cliff Richard sang »congratulations« fyri henni á 70 ára degi hennara í apríl í ár.