Tak masterútbúgvingina í Føroyum

Fróðskaparsetrið bjóðar fleiri masterútbúgvingar innan samfelagsvísund í heyst.

Longu komandi lestrarár ber til at nema sær masterútbúgvingar á Fróðskaparsetrið Føroya.

 

Talan er um tvey ára útbúgvingar eftir lokið bachelorprógv, og vera tær innan søgu, politikk og umsiting, og sosialvísindi og samfelagsplanlegging.

 

Gestur Hovgaard, lektari og útbúgvingarleiðari heldur tað vera týdningarmikið at bjóða breiðar útbúgvingar í Føroyum, og greiddi soleiðis frá á Rás 2 í dag.

 

Tað er longu á heysti 2015, at Søgu- og Samfelagsdeildin á Fróðskaparsetrið Føroya bjóðar út fulltíðarlestur masterlestur innan søgu, politikk og umsiting, og sosialvísindi og samfelagsplanlegging. 

 

Pláss er fyri 30 lesandi til lestrarbyrjan miðjan august í ár. 

 

Freistin at søkja um upptøku er 1. juli 2015, og umsóknarblað og leiðbeining sæst á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Gest Hovgaard.