Taka dálking í álvara

Karen Marie Olesen fúti avvísur fyri Sosialinum, at dálkingarmál ikki verða tikin í álvara av teimum.

Umhvørvi


Fútin sigur, at eisini hetta málið verður tikið í álvara. Hon vísir á, at vanliga verður bót givin, umframt rokning fyri rudding. Hon sigur annars, at hon ikki ætlar sær at kjakast um hetta mál í fjølmiðlunum.

-Vit hava góðan dialog um dálkingarmál við avvarandi myndugleikar, so sum sløkkiliðið, kommununa og Heilsufrøðiligu starvsstovuna, og eg vil heldur tosa

við kommununa um hvussu tey meta at dálkingarmál skulu loysast á fundi við tey, sigur hon.

Fútin vísur á, at í einstøkum førum kann vera neyðugt við sektaruppskotið, tí talan er um útlendsk reiðarí. Men í hesum konkreta døminum er talan um føroyskt reiðarí, so tí kemur hetta ikki upp á tal, vísur hon á.