B68 er ikki flutt niður. Men gongdin í seinastu fýra umførunum skal vera heilt øðrvísi, enn hon hevur verið, um tað ikki næsta ár skal verða leygardagsfótbóltur á Svangaskarði. Kravið til B68 er, at teir vinna tríggjar av fýra dystum, og at ein av hesum dystunum er ímóti ÍF, sum heldur ikki skal fáa stig í nøkrum øðrum dysti. B68 hevur ikki vunnið í fjúrtan teimum fyrstu royndunum, og tí er møguleikin hjá B68 meiri enn pappírstunnur.
- Vit taka ein dag í senn, og vit fara sjálvandi at stríðast fyri møguleikanum, sum vit hava. Men eg má viðganga, at tað sær svartari út nú, enn tað gjørdi undan vikuskiftinum, sigur Niclas Davidsen, formaður í Tofta Ítróttarfelag.
Tað kemur illa við, um tit flyta niður?
- Vit mugu fyrihalda okkum til veruleikan. Enn er tað ikki veruleiki, at B68 skal flyta niður. Men um hetta verður veruleiki, so mugu vit arbeiða út frá tí. B68 hevur verið í bestu deildini í fleiri enn tjúgu ár. Tað er hugaligari at vera við í fremstu røð, og endar tað við, at B68 flytir niður, so fara vit at stríðast fyri at sleppa upp í part aftur, sigur B68 formaðurin Niclas Davidsen.