Trøllhøvdi, sum liggur norðanvert Sandoynna, er triðjstørsti hólmur í Føroyum.
Sundið millum Høvdan og land kallast Høvdasund.
Sagt verður, at Trøllhøvdið kom undir Kirkjubøargarð einaferð í miðøld. Annaðhvørt hevur bispasætið ognartikið Høvdan – ella er hann latin kirkjubøingum fyri skjúts um Skopunarfjørð.
Trøllhøvdi ber góðan seyð, og gamla áseyðatalið var 39.
Jóannes Patursson á Kirkjubøargarði sigur, at seyðurin í Høvdanum er býttur ímillum fýra festi í Kirkjubø.
- Vit hava 2/3, og síðan býta Müllersgarður, Glyvurshagi og tey Inni í Dølum hin seinasta triðingin.
Vanliga verður farið í Høvdan eftir lombunum fyrsta góðveðursdag eftir 20. september.
- Í Trøllhøvda kunnu vit bæði fáa smá lomb, men eisini nøkur heilt góð lomb, sigur bóndin.
Nú skurðurin stendur fyri, ganga 32 ær við 34 lombum í Høvdanum.
Besta árið, bóndin minnist, var nøkur ár herfyri, tá 29 ær gingu við 45 lombum í Trøllhøvda.
Tá lombini eru tikin, ganga ærnar eftir, undantikið tær, sum eru gamlar og skulu takast av.
- Tá vit eru liðug at reka her inni hjá okkum, verða eini 5-6 sleppingarlomb og einir tveir veðragjólingar sleptir út í Trøllhøvda, sigur Jóannes Patursson.