info
Ongi úrslit

Taka fegin ímóti hjálp úr Íslandi

info
Eirikur Lindenskov
3. januar 2017 kl. 17:18
– Hóast landsstýrið sum stjórn í Føroyum ikki kann taka ímóti privatari hjálp úr Íslandi, so vilja vit fegin formidla hjálpina úr Íslandi til rætta móttakararn í Føroyum. Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, tá vit spyrja hann, um hjálpin úr Íslandi verður avvíst. – Tey sum skipa fyri innsavningini í Íslandi hava spurt okkum, um vit vilja hjálpa teimum at finna onkran, sum kann taka ímóti hjálpini í Føroyum, og tað vilja vit sjálvandi fegin, sigur Poul Michelsen. Hann sigur, at tað kundi eitt nú verið ein hjálp til bjargingarfeløg ella líknandi. – Skaðarnir verða endurgoldnir av tryggingunum, tað kunnu vit ikki fara at blanda okkum uppí, men vit vilja als ikki forsmáa, at íslendingar vilja hjálpa okkum. Men landsstýrið kann ikki taka ímóti privatari hjálp og býta hana út. Men vit vilja fegin hjálpa teimum at finna rætta móttakaran í Føroyum, sigur Poul Michelsen. – Vit hava fulla virðing fyri teimum, sum vilja hjálpa okkum á henda hátt at savna pening inn, og fyrireikararnir av innsavningini fara í morgin á fund við føroysku sendistovuna í Íslandi at finna út av, hvussu tey halda rættast er at býta peningin í Føroyum, sigur hann.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

Í gjár kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

Í gjár kl. 20:20

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vil hava barnakonur til skanning fyrr

7 minuttir síðan
Tíðindi

Vil hava Vest­manna­tunn­ilin klár­an at bjóða út í 2027

42 minuttir síðan
Hondbóltur

Allan Norðberg vann á Trúgva Hávardssyni

55 minuttir síðan
Tíðindi

Tveir bilførarar fingu klipp fyri at tosa í telefon

1 tími síðan
Tíðindi

USA samtykkir víðfevnd revsitiltøk móti Russlandi

1 tími síðan
Fótbóltur

Minna steypa­kapp­ing­in: B36 vann á Skála ÍF í finaluni

2 tímar síðan
Tíðindi

Ein milliard? Nei, 600–650 milliónir

2 tímar síðan
Tíðindi

Trump hóttir við at steðga handlinum við Evropa

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Gonguprát við Inga Jonhardsson um steypafinaluna

8 tímar síðan
Tíðindi

Seyðahundarnir koma heim

8 tímar síðan
Tíðindi

Talv: Hørð byrjan

9 tímar síðan
Tíðindi

Lágmæltur krígsfilmur úr Ísrael

9 tímar síðan