Tær báðar kommunurnar í Vágum hava nú sett sjøtul á arbeiðið at fáa ein Heilsudepil vesturi í Vágum.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur sett sær fyri at nýskipa heilsuverkið og tí sambandi er endamálið at skipa heilsudeplar kring landið Og nú taka tær báðar kommunurnar í Vágum hann upp orðið.
Í hesum sambandi hava tær havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum, har tey viðgjørdi spurningin um at styrkja heilsuverkið í Vágum í samsvari við ætlanina hjá landsstýrismanninum at seta heilsudeplar á stovn kring landið.
Í heilsudeplunum skal dentur leggjast á at veita og menna heilsufremjandi og sjúkrafyribyrjandi tilboð, kanningar, veitingar og ráðgeving til borgaran.
Ætlanin er, at stórur partur av heilsuveitingunum til borgarar við varandi sjúkum og eldri skal kunna fara fram í heilsudeplunum.
Á heilsudeplunum fara at starvast viðkomandi heilsustarvsfólk, t.d. kommunulæknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsufrøðingar, kostfrøðingar, sálarfrøðingar, ergoterapeutar, fysioterapeutar og ljósmøður.
Á fundinum varð landsstýrismaðurin varð kunnaður um virksemið, sum fer fram á Heilsumiðstøðini í Miðvági. Har starvast kommunulæknar og onnur heilsustarvsfólk m.a. sjúkrarøktar- og heilsufrøðingur og ljósmóðir.
- Hølisviðurskiftini á Heilsumiðstøðini eru sera góð. Tað ber væl til at innrætta hølini á ein slíkan hátt, at onnur heilsustarvsfólk afturat kunnu húsast har, siga teir báðir borgarstjórarnir í Vágum, Sun Jacobsen og Rósa Samuelsen.
Serliga hugsa tey um at fáa skipaða fysioterapeut og økispsykiatri vesturi í Vágum.
- Borgarstjórarnir í Vágum og landsstýrismaðurin samdust um at arbeiða víðari við málinum og kommunurnar og Heilsumálaráðið hava valt hvør sín kontaktpersón at taka sær av tí ítøkiliga arbeiðinum. Í hesum sambandi er Katrin Gaard vald fyri Heilsumálaráðið og Sonja Klein er vald fyri kommunurnar í Vágum. |