Hóast teir arbeiða skjótt, so er tað ikki í skundi og av handahógvi merkt arbeiði, tá Tjóðveldi leggur fram sína valskrá einans fimm dagar eftir at val er útskrivað, sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri.
27. mai varð fólkatingsval útskrivað, og slakar fimm dagar seinni varð fyrsti føroyski flokkurin til reiðar við framløgu og valevnislistanum.
Tjóðveldi almannakunngjørdi í morgun, sum fyrsti politiski flokkurin í Føroyum, valskrá sína og valevnislistan til Fólkatingsvalið.
Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum og politiskur viðmerkjari, heldur tað ikki neyðturviliga merkja, at flokkarnir ikki taka fólkatingsvalið í álvara, at fyrsta valskráin verður løgd fram fimm dagar eftir, at valið er útskrivað. Trýst á pílin undir myndini, fyri at hoyra samrøðuna við Eirik Lindenskov.
Umframt fimm av teimum seks løgtingslimunum, vóru Magni Arge, Tórbjørn Jacobsen og Annita á Fríðriksmørk tingmann millum valevnini hjá Tjóðveldi til Fólkatingið.
Meiri um valevnislistan og valskrá Tjóðveldis er at lesa á in.fo og í Sosialinum í kvøld.