Frystilínuskipið Ågot hevur nú lagt til brots aftur. Teir loystu í Klaksvík í allar fagrasta veðri síðstu nátt og settu kósina vestur um hav.
- Vit skulu upp til Ummannakfjørðin í Vesturgrønlandi at taka ímóti fiski frá smábátum og jollum. Vit vóru eisini har síðsta summar.
Tað sigur Símun í Vátutoft, sum aftur hesaferð er ein av manningini umborð á Ågot. Hann leggur aftrat, at við Ågot henda túrin eru fimm mans, men teir koma at skifta fólk seinni í summar.