Taka nýggju hølini í nýtslu

Um vikuskiftið verð­ur há­tíð­ar­hald í Frelsunarherinum í Havn. Høvið er, at nýggju hø­lini verða tikin í nýtslu.

Bygningurin hjá Frelsun­ar­her­i­num í Tórsgøtu er nú lið­ugt umvældur. Stóra um­bygg­ing­in hevur tikið eitt ár, og nú verða hølini tikin í nýtslu.
Fríggjadag klokkan 18 verð­ur vígsla, leygardag klokkan 18 verður møti. Sunn­u­dag klokkan 11 verð­ur halg­un­arm­øti og sunnudagsskúli og klokkan 17 verður møti
Í samband við vígsluna fær Frels­un­ar­her­ur­in vitjan av nýggju komm­and­ør­u­num Dick og Vibeke Kromm­e­n­hoek, saman við feltsjefinum, Anne Lise Undersrud. Eisini verður høvið at hitta nýggju divisiónsleiðarar, maj­or Gunnar og Ida Karin Eide.
Um­boð fyri FEAS verða eisini til staðar til vígsluna. FEAS ella Frelsesarmeen Ej­en­dom­me A/S er felagið, ið eigur bygn­ingin, og sum hevur staðið fyri um­byggingini.